Ræðuligar avleiðingar av svínskari takkling

21 ára gamli meksikanski fótbóltsspælarin, Hirving Lozano er feldur ikki færri enn 37 ferðir hetta kappingarárið

21 ára gamli Hirving Lozano er tað størsta talentið í bestu meksikansku fótbóltsdeildini, sum nevnist Liga MX. Í fjør spældi hann sín fyrsta A-landsdyst fyri Meksiko, og hann er longu skrásettur fyri 13 A-landsdystir. 

 

Men baksíðan av hesum er, at Hirving Lozano í heilum er offur fyri svínskar takklingar, og hann er feldur ikki færri enn 37 ferðir hetta kappingarárið. Og í vikuskiftinum var Hirving Lozano offur fyri einari ótrúligari svínskari takkling. 

 

Svínska takklingin hendi, tá liðið hjá Hirving Lozano, Lozanos Pachuca spældi ímóti Tijuana. Michael Orozco hjá Tijuana gjørdi eina grova takkling, ella "stempling", sum tað eisini verður nevnt ímóti Hirving Lozano, sum var borin av vøllinum á sjúkrabøru. Stutt eftir valdi Lozanos Pachuca at kunngera eina mynd av hvussu ringur skaðin hjá Hirving Lozano er. Tað er myndin, sum sæst omanfyri.

 

Tað margháttliga var, at Michael Orozco bara fekk eitt gult kort fyri ta svínsku takklingina ímóti Hirving Lozano, sum ikki verður at síggja aftur á einum fótbóltsvølli fyribils.

 

Varaforsetin hjá Lozanos Pachuca er óður um tilburðin, og í viðtalu við ESPN segði hann: - Tað er stór skomm, at tað skal verða okkara uppgáva at fortelja dómarunum at ansa eftir Hirving Lozano, sum er tann mest feldi spælarin tvey tey seinastu kappingarárini.

 

Tann svínska takklingin sæst á hesari leinkjuni: https://www.youtube.com/watch?v=sD46kaBYuKI