Tá Smyril fór av Tvøroyri í gjárkvøldið gjørdu teir av at fara vestur um.
Út fyri Akraleiti komu teir í eina íðu, og rull og spenningur í skipinum gjørdu, at ein rútur brotnaði. Talan var kortini bert um innasta lagi og trimum.
Rútarnir eru gjørdir eins og bilrútar og tað merkir, at tá teir brotna hanga teir kortini saman.
Sagt verður av Strandferðsluni, at talan ikki var um ein serliga ringan túr, men óslætt var í íðuni út fyri Akraleiti.