Rútur brotnaði hjá føroyskum flogskipara

Eitt taxaflogfar hjá felagnum Baltic Air Service, hevði fríggjadagin stórar trupulleikar í donskum luftrúmi, flogskiparin var føroyskur.

Flogfarið skuldi flúgva frá Bornholm til Samsø, umborð var kenda songkvinnan, tann 44-ára gamla Nanna Lüders, hon skuldi til Samsø, har hon saman við Johnny Madsen skuldi spæla á Samsø-festivalinu

Tá ið flogfarið hevði flogið 20 min. frá Bornholm, kom flogfarið í skíggj, sum førdu til stóran turbulens, - ein rútur í flogfarinum brotnaði, Nanna Lüders sigur við danska blaðið BT, at hon eina løtu misti vitið, tá flogfarið bráðliga kom í nógva turbulensin.

Tá ið eg klárnaði aftur, var blóð allastaðni. Eg ivaðist ikki í, at tað var mín síðsta løta, sigur songkvinnan Nanna Lüders, við BT - og leggur afturat, at flogskiparin, sum var føroyingur, var sera dugnaligur - hann gjørdi eitt satt bragd, at fáa flogfarið aftur á beint.

Við brotnum forrúti fleyg flogfarið aftur til Rønne. Bæði flogskiparin og Nanna Lüders hava tað gott, men Nanna kom ikki á Samsø-festivalin.

Hjá Baltic Air Service váttaðu tey hendingina fyri BT, men søgdu seg ikki kunna siga meira, fyrrenn havarínevndin hevði kannað hendingina.