Tilbúgving
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Síðani vanlukkuna umborð á Polarhav hóskvøldið, hevur ógvusligur kritikkur verið av føroysku tilbúgvingini, serliga loftvegis tilbúgvingini.
Andreas Mouritsen, sum hevur verið tyrluskipari hjá Atlantsflog í 11 ár, og sum hevur verið við í Search-And-Rescue tænastuni síðan hon varð sett á stovn, heldur, at sjálvt um tað er gott at seta kritiskar spurningar, so er seinasti kritikkurin av føroysku tilbúgvingini órættvísur.
- Føroyska tilbúgvingin er heilt góð, og fult á hædd við tilbúgvingina í grannalondum okkara, staðfestir hann.
Truplasta avgerðin
Tá óhappið er hent og onkur hevur bjarging fyri neyðini, eins og hóskvøldið, koma boðini frá MRCC til tyrlutænastuna, sum síðan skal senda eina bjargingartyrlu avstað.
Men áðrenn farið verður, er tað tyrlyskiparin, sum stendur við evstu ábyrgdini og við avgerðini um, hvørt farast skal ella ikki. Har eru ein røð av fyrilitum, tyrluskiparin skal taka, og hópin av møguligum vandum, hann skal meta um, áðrenn hann fer avstað.
- Tað primera er, eins og í øllum bjargingararbeiði, at tú ikki útsetur teg sjálvan og onnur fyri størri vanda og ikki ger vanlukkuna størri. Hetta er ein trupul avgerð at taka, og tann truplasta avgerðin at taka, er tann at ikki fara, sigur Andreas Mouritsen.
Veður og vindur
Sambært Andreasi eru tað nakrar sera greiðar og niðurfeldar mannagongdir, ið skulu fylgjast, tá bjargingararbeiðið skal setast í verk.
- Tað eru nógv krøv. Sýnið skal vera eitt ávíst. Skýloftið skal vera eitt ávíst, og har er eisini munur á degi og nátt, hvussu strong krøvini eru. Eisini skal metast um, hvussu álvarsligt tað er, um talan er um lívsvanda ella ikki. Og tá talan er um bjarging av einum skipi, so er spurningurin eisini, hvussu stórt skipið er, og um tað rullar ella ikki. Bjargingararbeiðið er jú nógv verri, um skipið er lítið og tað rullar illa, staðfestir seniortyrluskiparin hjá Atlantsflog.
Síðani vanlukkuna hevur nógv verið tosað um, hvussu gott ella ringt veðrið var, og hvussu nógvur vindurin mundi vera.
- Men vindur er so undarligur. Tú kann altíð flúgva til havs, næstan óansæð hvussu nógvur vindur er. Turbulensur er eingin trupulleiki, so leingi talan er um javnan vind. Trupulleikin uppstendur við, at tað er skipið sum rullar og arbeiðir í sjónum, vísir Andreas Mouritsen á.
Kann mann, fer mann
Andreas Mouritsen heldur, at kritikkurin í seinastuni hevur verið órættvísur.
- Eg haldi, at tað er eitt sindur »unfair«, at alt verður geilað upp soleiðis. Tað er sjálvandi gott, at mann er kritiskur, men hvussu ofta hava vit ikki verið úti og hjálpt neyðstøddum? Bæði í báti, í haga og bygd. Tað er ótalligar ferðir, at tað hevur gingið gott, og tað er øgiliga sjálvdan, at vit siga nei. Í veruleikanum er tað øgiliga einfalt. Kann mann fara, so roynir mann. Aftaná skal mann ikki angra, tí mann má stóla uppá at avgerðin er røtt, sigur hann.
Í hesum førinum við Polarhav, sigur Andreas Mouritsen, at tyrluskiparin hevur fullan uppbakning millum arbeiðsfelagarnar og frá leiðsluni í felagnum fyri avgerðini.
- Tú kann tosa um tyrluskiparar í grannalondum okkara, men eg trúgvi ikki at nakar av teimum hevði farið heldur. Pilotarnir hjá okkum eru fult á hædd við teir í grannalondunum, og tað er útgerðin eisini. Tað hava vit eisini fingið staðfest í teimum bjargingarvenjingum, sum vit hava verið við í, bæði í sivilum og militerum høpi, staðfestir hann.
- Mann hevur sjálvandi sæð slíkar bjargingar í sjónvarpi, og tað sær lætt nokk út, men talan er um eina øgiliga delikata og spesiella operatión, vísir Andreas Mouritsen á.
Eiga at fegnast
Andreas Mouritsen heldur, at føroyingar skuldu heldur verið glaðir og stoltir av tilbúgvingini.
- Føroyingar áttu heldur at verið positivir, ístaðin fyri at rakka tilbúgvingina niður. Føroyska tilbúgvingin er temmiliga góð, sjálvt um tað altíð kann gerast betri. Og hon verður eisini betri fyri hvønn dag, sum gongur, leggur Andreas Mouritsen afturat.