Poul Jákup Thomsen, leiðari á fólkaflutningsdeildini
Seinastu dagarnar hevur alment verið frammi ávísar viðmerkingar um innihaldið í útbjóðingartilfarinum til Bygdaleiðir. SL ynskja við hesum at gera nakrar rættingar til hesar viðmerkingar.
Tað er seinastu dagarnar í fjølmiðlunum komið fram, at fleiri ivaspurningar skulu vera við útbjóðingartilfarinum fyri koyringina hjá Bygdaleiðum. Somuleiðis er eisini komið fram, at útbjóðingartilfarið ikki skuldi vera nóg væl fyrireikað.
Á tí kunningarfundi, sum Strandferðslan skipaði fyri í samband við útbjóðingina, vóru nógv áhugaverd sjónarmið, men gingu hesi fyri størsta partin uppá, hví treytirnar ikki vóru øðrvísi. SL gjørdi greitt á fundinum, at treytirnar í útbjóðingartilfarinum stóðu við, inntil øll, sum hava biðið um útbjóðingartilfarið hava hoyrt annað aftur, og fær hetta ikki veri øðrvísi, um allir partar skulu stillast eins í útbjóðingini. At Strandferðslan noteraði sær sjónarmiðini hjá fundarluttakarunum var ikki úttrykk fyri, at útbjóðingartilfarið var ógreitt, men at Strandferðslan tekur sjónarmiðini við í víðari viðgerðini.
Viðvíkjandi skúlabarnakoyringini, er tað í felagstreytunum greitt tilskilað, at hendan koyring, í tann mun hon er uttanfyri vanligu ferðaætlanina, ikki er umfatað av útbjóðingini, men stendur tað arbeiðstakaranum frítt fyri, at gera seravtalur við kommunurnar hesum viðvíkjandi.
Viðvíkjandi nýtslu av eldri bussum, er tað í felags treytunum eisini tilskilað, at talan kann vera um, at verandi bussar í eini skiftistíð framhaldandi kunnu verða í skipanini. SL kann krevja, at arbeiðstakararnir yvirtaka teir bussar, sum higartil hava koyrt fyri Bygdaleiðir, eins og tað er møguleiki fyri at geva inn alternativ tilboð, alt eftir, hvørjir bussar skulu yvirtakast. Hvørjir bussar skulu yvirtakast og ikki, og til hvønn prís, skal eftir felagstreytunum verða avklárað í seinasta lagi 1. oktober.
Eisini verður nevnt í blaðgrein í Sosialinum, at Strandferðslan á kunningarfundinum ikki skuldi vera før fyri at svara uppá, um avmarkingin uppá 15% av samlaðu koyringini, skuldi forða fyri, at bjóðað var uppá Flogleiðina. Hetta stendur Strandferðslan óskiljandi yvirfyri, tá svarað varð á fundinum, at hetta er ein spurningur, sum mátti viðgerðast í samband við útbjóðingartreytirnar fyri Flogleiðina, men at einki er í tí útbjóðingartilfari, sum var til umrøðu á fundinum, sum forðaði fyri hesum.
SL metir sostatt, at omanfyri nevndu ivamál eru lýst í tí útbjóðingartilfari, sum liggur til grund fyri útbjóðingini. Viðmerkjast kann, at teir spurningar, sum settir vórðu á kunningarfundinum, verða skrivliga svaraðir og sendir øllum, sum hava fingið útflýggjað útbjóðingartilfarinum - hetta samsvarandi felagstreytunum.