Rættleiðing til tíðindi um ítróttarhøll í Sandoynni

Kringvarp Føroya hevur í tíðindasending og á heimasíðuni 17. desember 2009 borið tíðindi um sjónarmið hjá Kommunusamskipan Føroya í sambandi við uppskot til løgtingslóg um at byggja ítróttarhøll í Sandoynni.

Av tí at tíðindini blanda eina átalu, ið Kommunusamskipanin gav Mentamálaráðnum um stuttu hoyringsfreistina, saman við sjálvt uppskotið um at byggja ítróttarhøll í Sandoynni, kunnu tíðindini lættliga misskiljast og geva fatan av, at Kommunusamskipanin er ímóti ætlaðu ítróttarhøllini.

Kommunusamskipanin skal tí koma við hesi stuttu rættleiðing.

Sum tað eisini framgongur av hoyringsskrivinum, so staðfestir Kommunusamskipanin, at uppskotið um at byggja ítróttarhøll í Sandoynni er ein økispolitisk ætlan, sum landið sum serskipan og sum undantak hevur sett sær fyri.

Kommunusamskipanin ivast heldur ikki í, at ítróttarhøllin er kærkomin fyri Sandoynna og verður til stórt gagn fyri sandoyingum.

Viðvíkjandi hoyringsmannagongdini hjá landsstýrinum, so er tað tíverri vorðið heilt vanligt, at hoyringspartarnir – eitt nú kommunur – ikki fáa nakran veruligan møguleika at viðgera uppskot til lógir og kunngerðir nøktandi, tí at tíðarfreistin er órímiliga stutt.

Hetta er ein stórur fólkaræðisligur trupulleiki, sum bert tykist vaksa.