Herfyri skrivaði Ólavur Rasmussen svar til eitt ummæli, ið eg hevði í Kultura í ÚF. Hann tekur eini tvey ting fram, ið eg fanst at, men eg haldi ikki, at Ólavur fyriheldur seg til meginatfinningina í ummælinum, ið var, at Ólavur ikki hevur ein keldulista, tí er ógjørligt at siga, nær hann siterar onkran annan, sum t. d. Sløk um Kierkegaard. Ikki tí, øll fakfólk brúka keldur, hetta ger tannlæknin, professarin og bankamaðurin, tí just tað at vera ein fakmaður í einum akademiskum faki, er at kunna fyrihalda seg kritiskt og tulkandi til primerar og sekunderar keldur, hetta skilir legmaðurin ikki og heldur, at akademikarar antin duga gand, ella bert stoyta endurgevingar niður á pappír.
Eg meti tað sum ringa siðvenju ikki at uppgeva keldurnar ávegis, tí so havi eg ongan livandi kjans at meta (tí meti eg sum ummælari, at bókini vantar just hetta) um tað sum verður sagt.
Ólavur sigur: »Kim Simonsen kann fara út á Landsbókasavnið og lesa Tingakross, árgangirnar 1914 - 16, har Victor Danielsen citerar brot fyri brot úr Eygnabragdinum hjá Kierkegaard.« Tað er ikki meiningin, at eg sum lesari ella ummælari fyri Útvarp Føroya skal út á Landsbókasavnið at lesa Tingakross frá 1914-1916 sjálvur. Keldurnar burdu verið viðrørdar og verið endurgivnar í brotum í bókini, heldur enn at siga slíkt í einum lesarabrævi. Eg hevði verið nøgdur við nøkur fá brot úr Tingakrossi, tí eg eri vælviljaður yvir fyri projektinum at skriva um Kierkegaard á føroyskum, men ikki undir øllum umstøðum. Tað er heldur ikki tað, eg eg ikki trúgvi Ólavi, eg haldi hann vera ein skilafólk. Tað var ein fragd at hoyra hann tosa livandi og væl um Kierkegaard í sendingini Tilveru í heyst, men eg fasthaldi, at hetta ikki kann vera uppgávan hjá lesarinum at lesa alt tað, ið Ólavur ikki sigur hvar er at finna í bókini.
Taka vit hetta við Victor Danielsen, so sigur Ólavur, og her trúgvi eg honum, at Victor læs Kierkegaard, men so skjótt Ólavur hevur sakt tað, so hálar hann trúðvirði undan allari samanbering av Victori Danielsen og Søren Kierkegaard, so sum at Victor helt, at Gud førdi pennin, tá ið Bíblian var skrivað. Kierkegaard helt, at Bíblian varð skriva av menniskjum. Soleiðis dekontruerar Ólavur sína egnu tesu, ið væl er gjørligt, og ikki nakað man sær so ofta í ritgerðum og bókum, men tá hann ikki brúkar keldur endar alt sum ein pástandur. Og her meini eg við orðinum "pástandur", ikki ein lygn, men bert nakað, ið ikki er sannførandi skjalprógva og tí enn ein óverifiseraða tesa.
Tá eg ikki var sannførdur, fór eg sjálvur at hugsa, at tað er væl møguligt, at Victor var ávirkaður av uppgerðini hjá Kierkegaard við kirkjuna, men hesir menn enda frá fyrsta degi sum dagur og nátt. Eg veit so mikið um Kierkegaard, at hann ikki bert var móti kirkjuni og prestunum, men sjálvt hugtakið um eina samkomu var fyri hann andstyggiligt, sjálvur tók hann til, tí hann var bangin fyri, at folk hildu hann vera grundtvigianarara: " (&) Ingen, Ingen, Ingen her paa Berget er Bevægelsen saa fjern som jeg&. ( Pap. X 4 A, s. 53, Í: Bertelsen, 1996).
Tað kann gott vera, at Ólavur hevur haft sum ætlan, at fara gjøgnum (øll) tey mongu høvuðsverkini hjá Kierkegaard á sínum 191 síðum, men hetta eydnast illa, tí hann kemur ikki longur enn til fasurnar hjá Kierkegaard, og hetta er nú einaferð fyrst og fremst at lesa í verkinum "Enten Eller", ið bókin "Antin Ella" eitur eftir. Hetta er eisini hin besti parturin av bókini.
Hin vegin er tað tíverri ein sannroynd, at tað eru nógvir feilir í bókini, so sum søgan um P.L. Møller, ið endar sum ein ábending og ein hálvkvødd vísa. Vit at "googla" P.L. Møller kundi Ólavur lisið, at hann t.d. vann tvey gullmerki á Universitetinum og ikki eitt, hetta vildi bert tikið 20 sekund.
Ólavur fyriheldur seg ikki til nýggju granskingina, ið Peter Tuvad hevur givið okkum, ið fullkominliga broytir okkara hugmyndir av persóninum Kierkegaard. Og hann sigir einki um feillesingar av Kierkegaard, ið eg havi sæð í bókini. Eg haldi tí, at Ólavur skal gleðast, at eg av vælvilja gav honum tríggjar stjørnur í Kultura.
Eg vóni, at Ólavur skrivar fleiri bøkur um heimspeki og um Kierkegaard, har er nógv, ið vantar viðgerð og tulking enn, men næstu ferð skal hann avgerða um tað er ein lættlisin bók sum Johannes Møllehave skrivar tær, ella ein sum heldur longri, sum tær hjá Johannes Sløk, ið hann vil skriva.
Kelda:
Otto Bertelsen: Søren Kierkegaard og de første grundtvigianere. C.A. Reitzel, 1996.