Av Hóraldi verði eg skýrdur sintur sjógarpur, og okkurt annað, sum er so føroyskt, at eg veit ikki hvat tað merkir. Til hetta er at siga, at eg als ikki eri sintur og sjógarpur havi eg onga viðmerking til, men H. J. má rokna við at fáa aftursvar, tá hann skyldar okkum fiskimenn fyri at blaka virðir útaftur, sum svara til eina hálva fíggjarlóg, ella líka nógv, sum bæði Sandoyar og Skálafjarðartunnlarnir kosta tilsamans.
H. J. heldur uppá, at fáast kann 8000 tons av fiskalivur, um alt kemur til høldar. Hetta er bara ikki so, granskarin vísir á, at royndir eru gjørdar í Noregi hvar fiskur hevur (helst upsi) 7% livur, hetta skal nokk passa um heystið, men veruleikin er ikki so einfaldur, tí longu seint um heystið byrjar livurin at minka og í februar/mars tá fiskurin gýtur, er livurin minkað niður í lítið og onki og byrjar hon ikki aftur at vaksa fyrr enn út á summarið, so meðalúrtøkan kemur kanska at liggja um tey 2-4% og eisini í gýtingartíðini koma tær størstu nøgdirnar av fiski uppá land og ger hetta, at livurmongdin minkar tilsvarandi og ikki blívur til 8000, men heldur 2000-3000 tons, hetta vísa royndir, sum gjørdar eru her heima og sum eg skal koma aftur til.
H. J. heldur, at bløðga fiskin umborð niður í ísvatn kundi verið ein góður máti, men hetta hevur tann vansa, at tá man sker fiskin niður á barkan og luft er í magaholuni, so verður magi og livur kroyst út og so kemur sjógvur til livrina, tá er hon ikki góð longur, til hetta er at siga, tá Livravirkið á Eiði læt upp, vóru forskriftirnar, at vatn ella sjógvur máttu ikki koma í samband við livrina, men hesir menn vóru klókir nokk og sóu, um teir skuldu fáa eitt einasta kg av livur, so máttu teir sleppa hesum krøvum og tey fáu tons sum livravirkið tekur ímóti, eru bæði væl skolaði og spulaði í sjógvi.
At vit sum útróðarmenn, ikki vita hvat gongur fyri seg uttanfyri reyðfiskaleið, skal eg afturvísa, sjálvur skal eg gjarna stilla meg á topp 10 listan, av skiparum, sum hava flest troltímar á djúpum vatni.
Sjálvur havi eg altíð verið fyri at fiskalivur í mest møguligan mun kemur til høldar, tá ið vit hava eitt slíkt virki, sum kann hagreiða hana og tí síggi eg bert ein møguleika til hetta, og er tað at bløðga fiskin niður í íssjógv og kryvja hann í landi.
Á sumri 2006 vóru royndir gjørdar av hesum á Fiskavirking í Tórshavn, Tvøroyri og í Vági, úrslitið var, at góðskan av fiskinum var framúr góð, betri um kruvt varð úti á feltinum, men livur var millum lítið og onki í.
Tað seinasta, sum H. J. kemur við, er at fáa fiskin livandi til lands, men hetta er totalt ómøguligt, um lønandi vinna skal fáast burtur úr. Gott nokk høvdu tær gomlu dangurnar damm, sum tað bleiv rópt, hvar mennirnir stóðu við snørið og fiskaðu niður í dammin. Við tí ferð, sum fiska verður ídag, fyri at fáa lønandi vinnu, kann hetta als ikki samanberast, bæði við snellu og línu verður drigið so skjótt, at fáir livandi fiskar koma upp og hvat so við einum háli uppá 20-30 tons hjá einum trolara, sum skal taka hesi tons upp gjøgnum eina bratta slisku, eitt er sikkurt, tí hálinum kemur ongin livandi fiskur úr.
Hetta sum eg havi skrivað, havi eg ikki lisið mær til úr nakrari tjúkkari lærubók, men er hetta av egnum royndum.
At enda er mín stóri spurningur, um livur gevur nakað sum helst av peningi av sær. Vit hava eitt livravirki, sum mær vitandi øll árini hevur koyrt við halli. Sjálvt um tað hevur fingið livrina fyri spottprís.
Eg kann geva eitt dømi - vit í Føroyum hava nógvar stórar áir við reinum klárum vatni, sum øll verðin rópar eftir og vil gjalda fyri, so hví ikki selja hetta reina klára vatnið og fáa milliardir fyri tað? Kanska er orsøkin tann, at fyri at tjena eina mill. skal tú brúka tvær.