Orsøkin til, at menninir sita sum gíslar í Kollafirði er, at Ros og Izotop, sum eru einastu skipini í reiðarínum hjá Oleg Khroni, í maimánaði vóru tikin fyri at fiska í føroyskum øki.
Um somu tíð varð reiðaríið í Føroya rætti dømt at gjalda 100.000 krónur fyri hvørt skipið í bót fyri at fiska ólógligt.
Í Landsrættin
Hetta vildi reiðarin ikki ganga við til og skeyt málið inn fyri Landsrættin. Tó kundi hann onga trygd veita, og tí endaði tað við, at Ros var lagt í Kollafirði sum pant fyri peninginum.
Málið hevur síðani javnan verið fyri í Landsrættinum, og ikki fyrr enn hósdagin varð dómur sagdur í málinum. Við øðrum orðum hevur skipið verið í rættarskipanini í átta mánaðir, fyri eitt brot á fiskivinnulóggávu, har dómur vanliga verður staðfestur heilt skjótt.
- Hetta er ein alvorliga trist støða, men klárar tú at koma við einum boðið um, hvat vit kundu gjørt øðrvísi, so høvdu vit verið øgiliga takksom, sigur Finn Ougaard, varafúti.
Tað, sum hendi í Landsrættinum, tá málið skuldi avgreiðast í oktobur, var, at reiðarin vísti á, at danir ikki halda havkommisiónina hjá Sameindu Tjóðum, sum millum annað sigur, at øll kort skulu vera latin inn til ST, tí skipini høvdu ikki røtt kort, og hildu tí, at teir vóru í altjóða sjógvi.
Ikki tað einasta
- Tað, sum er enn verri í hesum málinum, er, at í 2001 var eitt skip, sum eisini var úr Murmansk, sum hevði júst sama trupulleika, og nú eru vit aftur í støðuni, og reiðarin var á onkran hátt ikki veitt trygd, og tí eru vit endaði í hesi støðuni, sigur Finn Ougaard, sum á ongan hátt heldur tað vera stuttligt, at tríggir sjómenn eru endaðir í klemmu á henda hátt.
Í gjár var dómur sagdur í Landsrættinum, men nú var kravið nógv meira enn 200.000 krónur. Nú var nevniliga dýrur sakarmálskostnaður umframt 385.000 krónur í havnargjaldi og 270.000 fyri veiðina, sum hitt skipið fór avstað við.
eij.