Rættingar um skuld, skatt og bústaðarpakka

Tá fakta eru skeiv, kann ongin taka skilagóða støðu...

Ein tann fremsta forðingin fyri skilagóðum orðaskifti og avgerðum í Føroyum, eru tær støðugu skeivu upplýsingarnar og tey skeivu uppáhaldini, sum verða endurtikin upp í saman – so fólk at enda kunnu trúgva teimum.

 

Orsøkin til hesa gongd er sjálvsagt, at tað hevur verið – og er enn – heldur reglan enn undantakið, at politikarar sleppa at skilmarka sonevnd “fakta” eftir egnum áhuga, heldur enn at grundgeva fyri avgerðum, sjónarmiðum og hugsjónum á einum rímiliga greinaðum og sakligum grundarlagi.

 

Bara sum eitt dømi: Heldur enn at grundgeva fyri einum uppskoti ella eini avgerð, ið hevur djúptøkna ávirkan á fólk og samfelag, so velur eitt tingfólk, ein løgmaður ella ein landsstýrismaður at koma við onkrum uppáhaldi um, hvat onkur annar hevur sagt og gjørt fyrr... ella at okkurt stendur í onkrum sáttmála ella onkrari lóg... ella at okkurt tal er so ella so.

 

Ongin hildin til svars

Og oftast er tað skeivt og verður ikki kannað. Í stuttum: Roynt verður at fjala vantandi grundgevingar, vantandi hugsjónir og vantandi politiskar ætlanir í onkrari tilvildarligari útlegging av “at soleiðis er veruleikin”.

 

Vit politikarar sleppa at sleingja okkara útgávur av fakta í høvdið hvør á øðrum og út í luftina – og hvørjum skulu fólk trúgva?

 

Slíkum uppáhaldum eiga vit politikarar sjálvsagt at verða settir til svars fyri í almenna orðaskiftinum. Men tað hendir tíverri sera sjáldan. Og her eiga fjølmiðlar, serfrøðingar og fólk, ið annars hava serligt innlit í umrøddu málini, eina stóra ábyrgd.

 

Kundi sjálvsagt nevnt óteljandi dømi: Minnast fólk tildømis, tann sokallaða “Wiener-sáttmálan”, sum varð brúktur sum grundgeving hjá okkara hægstu monnum sum forðing fyri at flagga við Merkinum í Reykjavík? Hvar fór hann?

 

Men lat meg bert nevna trý tey feskastu dømini um skeivar upplýsingar frá politikarum, sum eg tíverri hoyri endurtikin av fjølmiðlafólki og serfrøðingum sum staðfest fakta:

 

I: Skuld:

Jørgin Niclassen, formaður Fólkafloksins, hevur skrivað grein um, at landskassin nú er skuldarfríur og nýtir hetta sum grundgeving fyri skilagóðum búskaparpolitikki hjá síni samgongu.

 

Men hetta er skeiv og villleiðandi skriving. Skuldarstøða landskassans – altso ognir landskassans mótvegis skuldini – er ikki betrað undir hesi samgongu. Hinvegin varð skuld niðurgoldin í stórum árini undan og peningur spardur upp. Og fyri búskapin sum heild er skuldarstøðan mótvegis umheiminum vaksin munandi undir ABC-samgonguni. Hetta kan skjótt kannast og staðfestast uttan politiskan orðadrátt.

 

II: Skattur:

Samgongufólk tosa støðugt um ein skattalætta uppá 240 mió. hetta valskeiðið. Dimmalætting skrivar hetta sum fakta í eini grein mánadagin. Men er hetta rætt? Nei, sambært upplýsingum frá Fíggjarmálaráðnum sjálvum, er givni skattalættin hjá ABC-samgonguni tilsamans fyri land og kommunur omanfyri 400 mió. kr.!

 

Hevur nakar hildið avvarðandi politikarum til svars fyri hetta – ikki minst teimum flokkum, ið settu loftið á 240 mió. kr. sum grundgeving og umbering fyri at fremja skattalættan?

 

III: Bústaðarpakki:

Alt gott um, at Hans Pauli Strøm í allarseinastu løtu royndi at fáa bústaðarpolitiskar broytingar fyri tingið, sum lovaðar hava verið í fýra ár. Og í hvussu er lutaíbúðarfelagslógina er nógv arbeiðsorka løgd í.

 

Men kortini hevur landsstýrismaðurin sent hópin av tíðindaskrivum út um – og allir fjølmiðlar hava tosað um sum “fakta” – ein heilan “bústaðarpakka”, sum skuldi vera lagdur fyri tingið, og sum tíverri skuldi detta burtur nú.

 

Men hevur nakar kannað, hvat var í hesum pakka – og um neyðugu lógaruppskotini vóru so klár og greið og liðug, sum landsstýrismaðurin og samgongufólk hava sagt?

 

Eg havi so bara sæð eina illa fyrireikaða leigulóg, eitt uppskot til samtyktar um Húsalánsgrunnin, har ongin lóg er klár, og nakrar broytingar í forsorgarlógini.

 

Uppskotini um fíggjarliga grundarlagið (rentustuðul, mvg-afturbering, skattalætta fyri privat útleiguvirksemi o.a.) vórðu ongantíð løgd fram – og sum skilst kundu tey ikki góðtakast á løgtingsskrivstovuni

 

So her vantaði alt tað fíggjarliga grundarlagið, sum als ikki var klárt. At rópa hetta ein “bústaðarpakka” tykist mær rættiliga langt frá sannleikanum. Í minsta lagi er talan um sera villleiðandi upplýsingar til almenningin, sum vit kortini helst fara at hoyra sum “fakta” í øllum valstríðnum komandi.

 

Ávaring:

Og nú má eg ikki gloyma at leggja herðslu á, at fólk eiga ikki at gloypa hesi mínari útlegging av málunum. Men kannið heldur sjálvi málið, og spyrjið tykkum fyri hjá fólki, ið ikki hava politiskan áhuga í ávísari útlegging av “fakta”.