Helgi Fossádal, stjóri á Listasavni Føroya
----
Í Dimmalættng nr. 124 nú um vikuskifti umælir Kinna Poulsen framsýningina hjá Astri Luihn í Listasavni Føroya. Tað er ein góður siður, ikki at svara ummælum, so tað ætli eg mær ikki at gera. Tó kenni eg meg noyddan at tala at, tí Kinna Poulsen sigur ósatt um hin annars høgt virda danska rithøvundin og listfrøðingin Bente Scavenius, ið til framsýningina hevur skrivað bók um Astri Luihn og hennara list.
Bente Scavenius ger vánaligt research til bókina, skrivar Kinna Poulsen, og rør fram undir at hon pyntar tekstin og sigur ósatt, tá hon skrivar, at Astri Luihn prentaði sína framsýning í Norðurlandahúsinum á vári í 1999 á grafiska verkstaðnum í Listasavninum. Kinna Poulsen
sigur, at leiðararnir á Steinprent, eina tíð kallað Grafiski verkstaður Føroya, Jan Andersson og Fríða Matras Brekku, einki siga seg minnast um hetta, og tí kann tað ikki vera rætt.
Astri Luihn hevði framsýning í Norðurlandahúsinum á vári í 1999, sum Bente Scavenius púra rætt skrivar. Grafiska verkstaðið í Listasavninum byrjaði í 1993, og har prentaði Astri Luihn síni grafiski verk tíðliga í 1999. Jan Andersson og Fríða Matras Brekku í Steinprenti høvdu einki við hesa prenting at gera heilt einfalt, tí tey arbeiddu ikki har tá. Tey komu seinni sama ár. Fleiri listafólk og fleiri vitjandi grafikarar arbeiddu har hesi árini. Annars var Bárður Jákupsson stjóri á Listasavni Føroya tá - møguliga minnist hann hetta.
Bente Scavenius hevur ikki vánaligt research, tí soleiðis var tað.
Tað var Bárður Jákupsson, ið bjóðaði Astri Luihn at hava serframsýning í Listasavninum í 2004 og ikki í 2006, sum Kinna Poulsen sigur.
Nú kann so hvør í sínum lagi meta um, hvør ger vánaligt research. Hvat Kinna Poulsen annars skrivar um framsýningina og mest um alt møguligt annað, er í hesum sambandi óviðkomandi. Ummæli hennara hevði tó vunnið almikið, um hon hevði dugað at grundgivið fyri sínum meiningum. Ein einsamallur kakumetaforur er ikki nóg mikið.










