Rætting til Regin Hammer um Samferðsluhavn og tunnil Øravík-Hov

   

Tá Regin Hammer í grein í síðstu viku heldur uppá, at allar sparingar sum vístar eru á við at knýta saman verkætlarnirnar - tunnil Øravík-Hov og samferðsluhavnina á Trongisvágsfirði eru tiknar úr leysum lofti, so er hetta sjálvandi ikki so.
Tú nevnir, at sjálvt í álitinum hjá vinnunevndini eru hesir pástandir at finna.
At tú heldur lítið um tingfólk sum heild, hevur tú tíbetur enn loyvi til.
Men máti skal verða við ? at pástanda at ein nevnd við 7 fólkum kann koma aftur til løgtingið eftir at hava viðgjørt eitt mál á 17 fundum, sum er tætt við met - og so bara hava nakrar pástandir tiknar úr leysum lofti er ov grov undirmeting av tingfólki sum heild. Heldur tú veruliga, at eingin av teimum 25 tingfólkunum sum ikki sita í vinnunevndini ikki høvdu gjørt vart við seg, um alt var tikið úr leysum lofti, sum tú pástendur. Er tað ikki at fara ov langt.
Fyri tað fyrsta er ikki talan um at framskunda tunnilsætlanina, heldur var neyðugt at útsett byrjanina nakrar mánaðir.
Tað eru í ár avstettar 7 mió. til tunnil millum Øravík og Hov, sum skuldi byrja í smáum nú, har borast kundi einar 400 metrar í ár fyri tær 7. mió - harumframt er nakað av lendi longu tikið til hesa ætlan. Kostnaðurin upp á 125-130 mió. fyri tunnilin sum landsverkfrøðingurin skuldi gera er ikki tikin úr leysum lofti, men er upplýstur fíggjarnevndini í desembur í fjør. - Somuleiðis fekk vinnunevndin hesar upplýsingar tíðliga undur sínari viðgerð. Hesir upplýsingar eru atkomuligir fyri øllum.
Størsti vandin við hesari verkætlan er, at hesin tunnil liggur so ovarlaga í Hovsegg, at lítil og eingin nýtta fekst úr honum, umframt at útvið 3 km av nýggjum vegi skulu gerast, og at alt tilfarið úr tunnlinum skal brúkast til vegagerð, í mun til tunnil í neðra, hvar einans nakrir fáir metrar av vegi skulu gerast.
Hevði borurin verið settur í uppi í erva so vendist ikki aftur - so vóru 30 mió. sleptar í leysa luft í mun til tann tunnil, ið gerast skal í neðra.
Viðvíkjandi teimum 15 mió. í spardar vóru við at nýta grótið úr tunnlinum neðra til samferðsluhavnina heldur enn til vegagerð, so er tað ein rættuliga grovur pástandur at hetta er tikið úr leysari luft og kann max blíva 2. mió. eftir tínum roknihátti.
Rættuliga skjótt í nevndarviðgerðini kom fram, at stórir fyrimunir máttu verða við at taka grótið úr einum tunnli millum Øravík og Hov heldur enn at koyra tað úr einum grótbroti - sum liggur munandi longur burtur - umframt at sprongt verður tá bert tað einu ferðina.
Grótið í koyrt verður úr einum tunnli skal í øllum førum koyrast út á eitt lagur. Hví so ikki gera sum gjørt var leirvíkstunnlinum har grótið - ógvuliga skilagott - varð koyrt beinleiðis til havnagerðina í Leirvík. Tín hugsan við at leggja grót á lagur og so nýta tað senni um brúk verður fyri tí er ikki serliga skilagóð.
Fyri tað fyrsta krevur hetta, at grótið skal koyrast fleiri ferðir aftur og fram, sum kostar rættiliga nógv umframt óvissan nær brúk verður fyri tí.
Av góðum grundum veit tú ikki, at av avlopinum av grótið úr Sumbiartunnlinum liggja á lagri í Lopranshaganum millum 50.000 og 100.000 tons sum fyri fleiri árum síðani skuldi verði burturbeind, og sum avgjørt ikki er nakað príði fyri øki. So grótmangul er ikki talan um.
Upplýsingarnar um hesar áleið 15 mió. spardu krónur eru at finna í skrivið frá Landsverkfrøðinginum til Vinnumálastýrið sum svar upp á nakrar spurningar frá nevndini - hettar skriv er frá 1. apríl í ár og hevur journal nummar ob-266 og hevur eisini nógvar aðrar áhugaverdar upplýsingar.