Rætting: Sonja vann kappingina

Í grein herfyri um útgávur hjá Bókadeildini var ymiskt komið skeivt fyri.
Sonja Sørensen gjørdist ikki nr. 3 í ungdómsbókakappingini, sum Bókadeildin skipaði fyri í 1989, men vann hana við bókini Suphaya.
Í greinini varð eisini sagt, at forlagið er í ferð við at geva trý nýggj ungdómsbókahandrit út. Tað er rætt, at tríggjar nýggjar upprunaføroyskar bøkur eru á veg, men ongin av teimum er ein ungdómsbók.
Vit biðja orsaka mistakið.