- Tað er ikki tað stóra at boða frá um vikuskiftið higartil.
Tað staðfestir vakthavandi á politistøðini í Havn.
Tó so. Tvær ferðir hevur verið boð sent eftir sløkkiliði, fyrru ferð hóskvøldið, tá eldur var komin í goymsluna hjá Okkara bryggjarí í Vági. Hóast sløkkiliðið kom skjótt á staðið, var royk- og eldskaðin rættiliga stórur.
- Higartil bendir nógv á, at tað var ein hitablásari, sum elvdi til eldin, sigur vakthavandi.
Klokkan 10.30 í gjár varð sløkkiliðið í Havn boðsent, tá tað byrjaði at rúka úr einum lampustað undir loftinum hjá Danmar á Hálsi. Tað stóðst kortini eingin skaði av, og orsøkin til roykin var ein feilur í armaturinum í lampustaðnum.
Í gjárkvøldið og í nátt vitjaði politiið fleiri skeinkistøð í Havn, og bert í heilt fáum førum var talan um okkurt smáttarí.
- So tað bendir á, at loyvishavararnir av skeinkistøðunum hava skil á sínum viðurskiftum, sigur vakthavandi.
Einasta málið, ið ber brá av álvara, var ein ósemja millum fýra mans í Skopun í nátt, har illstøða og slagsmál stóðst av. Eini maðurin fekk so mikið stóran skaða, at hann mátti semast við átta pentum, og frá læknanum var hann vegleiddur at fara á skaðastvovuna í morgun.
- Síðani skal hann koma her á politistøðina til avhoyringar, og so taka vit málið harfrá, sigur vakthavandi, sum altso í tí stóra og heila boðar frá einum rættiliga friðarligum vikuskifti higartil.