Tað er ikki vist, at málið um nýggja línubátin til Vágamenn, Frøyanes, er liðugt enn.
Mátin, sum landsstýrið hevur givið vágamonnum fiskiloyvið til nýggja bátin uppá, hevur vakt so miklan ans, at fyribils hevur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, fingið tveir skrivligir fyrispurningar um málið.
Men í tinginum mikudagin fekk hann so ein munnligan fyrispurning afturat.
Og harafturat er sakførarin hjá Meginfelag útróðrarmanna farin at kanna, um lógin um vinnuligan fiskiskap er brotin í hesum føri.
Uppskot fyri tingið
Men tað er ikki vist, at málið er liðugt við hesum.
Tí nú sigur Vilhelm Johannesen, at hann umhugsar at leggja eitt beinleiðis uppskot fyri tingið um at steðga hesi mannagongdini.
Tað, sum serliga hevur elvt til so stóra misnøgd,er, at landsstýrið hevur skrúvað fiskiloyvið hjá Frøyanes soleiðis saman, at hann er endaður í bólkinum hjá útróðrarbátum yvir 40 tons, hóast hann skuldi verið í bólki saman við línubátum yvir 110 tons.
Vilhelm Johannesen sigur, at hetta er ein sera hættislig gongd.
? Sleppur hetta at halda fram, fer tað fullkomiliga at taka støðið undan lógini um vinnuligan fiskiskap, har eitt endamál nettupp var at hava skott ímillum bólkarnar fyri at tryggja øllum reiðskapum og øllum bátasløgum livilíkindi.
?Somuleiðis fer tað at beina fyri útróðrinum um so stórir bátar verða trokaðir inn á útróðrarflotan.
Fyri at fáa fiskiloyvi til Frøyanes, hava vágamenn keypt tríggjar bátar úr flotanum, Mai, Miðving og Óðin.
Men Frøyanes er ein nýmótans frystilínubátur, sum fiskar alt samdøgurið, og mett verður, at nýggi báturin hevur nógv størri fiskiorku enn allir hinir tríggir tilsamans.
?Serliga stór verður fiskiorkan hjá Frøyanes afturímóti hinum bátunum, tá ið hugsað verður um, at teir tríggir bátarnir hava ikki verið riknir serliga effektivt - Og tá lítið og onki við línu sigur Vilhelm Johannesen.
? Tí fer Frøyanes at økja munandi um trýstið á fiskastovnarnar, leggur hann afturat.
Vilhelm Johannesen sigur, at hann tí fer at kanna møguleikaranr fyri at leggja uppskot fyri tingið um at steðga hesi mannagongd.
Hann fer eisini at kanna, hvørjar broytingar eru neyðugar at gera í lógini fyri at steðga hesum.
Hann sigur, at hetta mál hevur víst, at tað er neyðugt at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, so at henda mannagongd verður steðgað.
Og hann heldur, at tað er neyðugt, at hendan mannagongd verður steðgað beinanvegin, áðrenn Frøyanes er komin í flotan.
Vilhelm Johannesen heldur, at avleiðingarnar av hesum verða so óbótaliga, at tað er betri í longdini at taka fiskiloyvið til Frøyanes aftur, hóast landskassin so kemur undir endurgjald til vágamenn.
Vilhelm Johannesen sigur, at tað, sum hevur gjørt, at hann nú kannar møguleikan at leggja uppskot fyri tingið, var serliga umrøðan á tingi í gjár, tá ið Jørgen Niclasen svaraði einum munnligum spurningi frá Heina O. Heinesen, formanni í vinnunevndini um innflutningsloyvið til Frøyanes.
? Tá skilti eg formannin í vinnunevndini soleiðis, at hann beinleiðis heitti á meg um at leggja uppskot fyri tingið.
? Og hann hevur eisini givið mær tilsøgn um at taka undir við einum uppskoti, um at steðga hesi mannagongd, um eg leggi tað fyri tingið.
Vilhelm Johannesen leggur stóran dent á, at hetta er ikki ikki vent ímóti teimum, sum hava biðið um innflutningsloyvi til Frøyanes.
Men hann harmast um, at landsstýrið er komið teimum í hesa syndarligu klemmuna við síni óvanligu klombrutu viðgerð av hesum málinum.
Les eisini greinina: form. í vinnunevndini: Tað er ov leingi at bíða í tvær vikur