Rættartrygdin í FSF

Oddagrein:

Málið um spæliloyvið hjá Magnusi Olsen er feskasta dømið um teir trupulleikar, sum føroyskur fótbóltur hevur rent seg í, síðani felagsskapurin í fjør tók at kalla loysing frá ÍSF.

Altjóða krøvini vóru, at fótbólturin skal vera evsti myndugleiki í øllum fótbóltsviðurskiftum, og í so máta kundi FSF illa gera annað, skuldi altjóða limaskapurin varveitast.

Nýggi valdsbygnaðurin hevur tó fleiri ferðir víst sína óhepnu síðu hetta seinasta hálva annað árið, har viðgerðir av fleiri einstøkum málum hava skapt nýggj fordømi til framtíðar tulkingar.

Ikki minst tykist tað her sera óheppið, at møguleikarnir hjá feløgunum at kæra til hægsat myndugleika nú eru avmarkaðir. Enntá somikið avmarkaðir, at somu nevndir, sum viðgera kærurnar, mest sum einsamallar kunnu gera av, um hesar kunnu kærast. Hetta tí revsingin skal hava eina ávísa stødd, áðrenn mál kunnu kærast.

Og júst hetta er nakað, sum tykist hava skapt størsta ótryggleikan í skipanini. Hóast Aganevndarúrskurðirnir hava verið fleiri – og hóast fleiri av hesum hava brotið við áður galdandi rættastøðu, so er bert eitt av hesum málum endað hjá yvirkærunevndini. Í tí serstaka førinum varð avgerðin hjá Aganevndini ógildað, og so kunnu fólk hava sín illgruna um, at nevndin eftir hetta við vilja hevur hildið avgerðunum á slíkum støði, at hesar ikki kunnu kærast.

Ítøkiliga er úrslitið, at nýggj fordømi í ávísum førum eru skapt innan lógartulkingina. Er talan um nýggja siðvenju, so er tað enn meira óheppið, at tulkingin av hesum ikki sleppur at standa sína roynd á hægsta stað. Ikki minst, tá talan er um mál, sum hava stóran prinsipiellan týdning.