Rætta løtan hjá føroyingum at gera vart við seg í India

- Føroyskt vinnulív hevur stóran møgleikar í India og hetta er akkurát rætta løtan, sigur Michael Sternberg, danskur sendiharri í India

Føroyskt vinnulív í India
 

 
-Føroyskt vinnulív hevur stórar møguleikar í India.
Tað heldur Michael Sternberg, danskur sendimaður í India.
Akkurát hann hevur havt ein týðandi leiklut í arbeiðnum at fyrireika ferðina hjá føroysku sendinevndini í India.
Í samrøðu við Sosialin letur hann sera væl at ferðini og hann heldur, at nógv er komið burturúr.
Undir øllum umstøðum kann vera ómetaliga kveikjandi at síggja við egnum eygum, hvussu landið er, so bara tað í sær sjálvum hevur sera stóran týdning
Hann vísir á, at India er ein miðdepil í alheimsgerðini og tað er landið við tí stóra búskaparliga vøkstrinum yvir øllum øðrum londum.
-Tað hava fyritøkur um allan heimin ásannað. Tað hava eisini danskar fyritøkur ásannað og nú hevur føroyskt vinnulív somuleiðis ásannað tað.
Tí skilir hann ikki atfinningarnar ímóti, at føroyskt vinnulív fer til India við løgmanni á odda, tí handilsforðingar skulu gera tað so torført at samstarva við India
- Tey, sum siga slíkt, eru fólk, sum als ikki kenna viðurskiftini í India. Hví halda tit, at allir
heimurin vil sleppa til India. Flogfør flúgva í stríðum streymum til India við útlendskum vinnulívsfólki úr øllum heiminum. Tað ber illa til at fáa eitt hotelkamar, tí tað er so upptikið. Orsøkin til at útlendsk vinnulívsfólk standa í longum raði og banka á dyrnar fyri at sleppa til India, er neygvan  tann, at handilsforðingar gera tað ómøguligt at samstarva, sigur Michael Sternberg.
 
Rætta løtan
Hann sigur, at India hevur verið í eini veldugari broytingartíð seinastu 15 árini og síðani hendan stjórnin tók til í fjør, er kanska enn meiri ferð sett á broytingarnar.
- Tað er bara at hyggja eftir indiska virðisbrævamarknaðinum og tað floymir inn í landið við útlendskum íløgum úr øllum heiminum, bæði úr Evropa, USA og aðrastaðni.
Hann vísir á, at indiski búskapurin er sera sterkur. Men hann vísir eisini á, at hóast tað gongur skjótt, so er menningin enn á byrjunnarstigið.
-India er á sama byrjunnarstigi, sum Kina var á fyri 10 árum síðani. Tí er hetta akkurát rætta løtan at gera seg galdandi hjá føroyskum vinnulívi, tí hetta er ein menning, sum fer at vara í nógv ár enn.
 
Nógv at samstarva um
Danski sendiharrin heldur, at tað er á nógvum økjum, at føroyingar og indarar kunnu fáa gagn av einum felags samstarvi.
-Tað veri seg heilt frá oljuvinnuni umvegis biotøkni til vørur úr ull og skinnum.
Men hann heldur, at tað, sum hevur størstan týdningin í løtuni, er, at føroyskt vinnlívsfólk hava sæð India og indiskt vinnulív við egnum eygum og at tað nú er latið upp fyri einum samskifti landanna millum, sum kemur at halda fram og at mennast í langa tíð framyvir.
­Michael Sternberg heldur, at tað hevur havt stóran týdning, at sjálvur løgmaður hevur staðið á odda fyri føroysku sendinevndini.
-Tað hevur givið ferðini ein formligan dám og hevur gjørt tað munandi lættari at sleppa at hitta tey røttu fólkini. Tað hevur gjørt tað lættari at latið dyr upp og við hjálp frá sendistovuni, er føroyska sendinevndin sloppin allastaðni, har hon vildi sleppa.
- Allastaðni, har vit hava verið, hava vit fingið eina ómetaliga vinarliga og formliga móttøku og vit hava hitt politikarar og vinnulivsfólk, sigur Michael Sternberg.