Í nógv ár hevur verið tosað um, at orsøkin til, at NSÍ ongantíð er farið allan vegin í FM-stríðnum seinnu árini, hevur verið, at felagið hevur mangla eitt sindur defensivt á vøllinum. Stýrimaðurin í verjuni hevur mangla.
Og nærum hvørjaferð, tá saknaði stýrimaðurin hevur verið uppá tal, hevur tað serliga verið ein profilur, ið hevur verið nevndur sum dreymaspælarin. Tað er Johan Troest Davidsen, sum er uppvaksin í NSÍ, men sum seinnu nógvu árini hevur spælt við HB.
Er fluttur inn í Eysturoynna
Í vetur hevur tó eydnast NSÍ at fáa fatur á dreymaspælaranum. Tí Johan Troest Davidsen, skifti í november frá HB til barndómsfelagið NSÍ. Johan Troest Davidsen heldur, at hetta er rætta løtan at royna eina aðra avbjóðing.
- Tað er torført at siga beinleiðis orsøkina til, at eg skifti frá HB til NSÍ. Eg havi havt nógv góð ár í HB, og havi bert gott at bera felagnum, sum eg haldi hevur ein sterkan hóp í ár. Í vetur eru vit tó flutt úr Havn og inn í Eysturoynna, og tí lá NSÍ eitt sindur betur til mín enn HB, og er tað høvuðsorsøkin til, at eg havi valt at skifta til NSÍ. Eisini hugsi eg, at hetta kanska er rætta løtan at royna eina nýggja avbjóðing, sigur Johan Troest Davidsen.
Lesið alla greinina um Johan Troest Davidsen og NSÍ í Fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum, sum í farnu viku kom út.