Rætt og slætt fólkaræði

Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins



Grundlóg Føroya skal staðfesta, at Føroya fólk hevur evsta valdið í Føroyum, áseta, hvussu vit skipa veruligt fólkaræði við somu rættindum og skyldum, og treytir fyri tí valdinum hjá umboðum okkum  bæði her heima og í altjóða samfelagnum.

ein óskrivað søga,
ein orðaleys røða,
um fólkið her livdi, skapaði tjóð.
(Christian Matras).

Tað er hesa óskrivaðu søgu, hesa orðaleysu røðu, um fólkið her livir og skapar tjóð  sum grundlógararbeiðið snýr seg um. At skriva tað óskrivaða  at orða tað orðaleysa  um okkara virðir, rættindi og skyldur. Sum tjóð, sum einstaklingar og sum heimsborgarar.
Við okkara egnu grundlóg skal fólkið fáa rødd, taka støðu til grundleggjandi virðini í okkara samfelag, lógirnar, rættin og valdið. Tað snýr seg sostatt rætt og slætt um fólkaræði. Veruligt fólkaræði, sum ongantíð hevur verið sett í verk í Føroyum.
Fólkið skal seta mørkini fyri politiska valdið  ikki øvut!
Føroya fólk er bert einaferð spurt um okkara politisku rættindi sum fólk og okkara stjórnarskipan  júst fyri 60 árum síðani. Tá segði fólkið nei til eina heimastýrisskipan og valdi, at vit sjálvsagt hava somu rættindi sum aðrar tjóðir í heiminum. Men fólkaræðið varð ikki sett í verk. Politisku flokkarnir og danskir myndugleikar gjørdu ístaðin av, at vit skuldu virka eftir heimastýrisskipan, sum fólkið júst hevði vrakað og grundlóg, sum vit ikki sjálvi hava valt.
Higartil hava politisku flokkarnir sett mørk fyri og skert valdið hjá fólkinum. Við at samtykkja egna grundlóg skal fólkið seta mørk fyri valdinum hjá politisku flokkunum og myndugleikunum.
Tað er ótrúligur framíhjárættur hjá okkum at skipa samfelagið í eitt veruligt fólkaræði. Vit hava allar møguleikar at skipa okkum í nútímans samfelag og sum javnbjóðis part í heims­samfelagnum.
Okkara serfrøðingar og fram­herjar í grundlógararbeiðinum hava higartil gjørt eitt framúr arbeiði  og hava lýst tættir, hugsanir, virðir og gjørt uppskot. Eg mæli øllum til at lesa tær frálíku greinir í álitunum frá grundlógarnevndini. Her eru viðgjørt um rættin til tilfeingið, og hvussu vit rættvíst umsita tað; føroyska rættarskipan; persónlig rættindi, javnstøðu, rættin til útbúgving og arbeiði; og fólkaatkvøður um týðandi mál.

Fólkaræði er nógv meira enn partapolitikkur
Men onki av hesum fær veru­ligan týdning, um fólk ikki sleppa at viðgera hesar spurningar og taka støðu. Uppskotið at skipa fólkavalt grundlógarráð at halda várting kring landið, har øll kundu vera við, fall tíverri á tingi.
Vit eiga støðugt at leggja dentin á, at grundlógararbeiðið ikki gerst nýtt partapolitiskt parkeringspláss, har aftur politisku flokkarnir sita og tosa um sítt egna vald og býta tað sínamillum. Vit kunnu neyvan gerast ósamd um, at Føroya fólk skal hava evsta vald í Føroyum, og at ongin politiskur flokkur ella myndugleiki kann leggja avgerðarrættin burtur frá føroyska fólkinum, um ikki fólkið hevur góðkent tað. Tí er grundlógararbeiðið gylt høvi at gera upp við alt tað, sum higartil er hent í føroyskum stjórnmálum í beinleiðis andsøgn til veruligt fólkaræði.