Rætt at stovna føroyskt oljufelag

-Tað hevði verið ov seint í dag at farið undir eitt føroyskt oljufelag. So vil tíðin vísa, hvat kemur burtur úr. Poul Mohr, nevndarlimur í Atlants Kolvetni er tí sannførdur um, at tað var ein røtt avgerð at taka at stovna eitt føroyskt oljufelag.

-Vit eru væl nøgdir, tí okkara samstarvspartnarar eru væl nøgdir. Soleiðis tekur Poul Mohr, nevndarlimur í føroyska oljufelagnum, Atlantic Petroleum, fyri, nú hann á altjóða oljuráðstevnuni í Stavanger roynir at marknaðarføra Føroyar sum komandi oljuland.

Hann heldur, at teir eru komnir væl fyri, tí teir eru eitt 100% føroyskt oljufelag. Poul Mohr, sum í hesum døgum, hevur verið við oljumesssuni í Stavanger, heldur seg síggja nógvar paralellir millum Noreg og Føroyar, nú oljuspurningar eru frammi.

Týskvøldið beyð Stavanger Næringsforening, sum umboðar allar tær norsku fyritøkur í oljuvinnuni her um leiðir, øllum teimum umleið 100 føroysku luttakarunum á oljumessuni til ein døgurða.

Undir samkomuni hugleiddi formaðurin í felagnum um tíðina, áðrenn oljan kom til Stavanger og tá tað varð sagt, at tað fanst eingin olja í Noregi, nú farið varð undir at leita.

Hetta er tað sama sum Poul Mohr segði, tá hann og aðrir fóru undir at stovna Atlantskolvetni. ? Tað nyttar ikki at standa undir neystaveggginum við hondum í lumma og hyggja at, meðan aðrir fara avstað við oljuni.

Við hesum sipar Poul Mohr til, at tað hevði verið ov seint í dag at farið undir eitt føroyskt oljufelag. So vil tíðina vísa, hvat kemur burtur úr. Hann er sannførdur um, at tað var ein røtt avgerð at taka at stovna eitt føroyskt oljufelag.


Skipasmiðjan við

Tórshavnar Skipasmiðja er annars millum mongu føroysku luttakararnar á ONS. Saman við skotska felagnum Asco verður havnalagið á Sundi marknaðarført sum ein komandi oljuútgerðarhavn. Poul Mohr sigur, at tað verður arbeitt við hesum alla tíðina men váttar tó, at bólkurin, sum Atlantic Petroleum er partur av, er ikki bundin at felagnum, sum stendur fyri ætlanunum á Sundi. ? Eg haldi man skal ansa sera væl eftir ikki at blanda saman, at Tórshavnar Skipasmiðja hevur sett pengar í Atlants Kolvetni og at Tórshavnar Skipasmiðja arbeiðir við eini útgerðarhavn. Tað hevur einki við hvørt annað at gera.

Uppá fyrispurning um tað ikki kann gagna Tórshavnar Skipasmiðju og ætlanunum á Sundi at hava sett pening í Atlants Kolvetni sigur Poul Mohr, at hetta kanska tvørturímóti er verri fyri teir. ? Eg veit væl, at tað verður tosað um hetta og funnist at tí, men tað má eg so bara liva við.

Poul Mohr er samdur við teir mongu útlendsku oljumenninar, sum siga, at føroysku oljumyndugleikarnir hava arbeitt væl og skjótt. ? Eg haldi teir hava alt rós uppiborið og her hava onnur kanska nógv at læra.

Tey trý plássini í Føroyum, sum bjóða seg fram til oljuútgerðarhavn eru øll umboðað á føroyska básinum í Stavanger, Sund, Runavík og Drelnes. Sambært loyvunum skulu oljufeløgini innan tríggjar mánaðir eftir at tey hava fingið loyvi boða føroysku umsitingini frá, hvussu tey vilja loysa spurningin viðvíkjandi útgerðarhavn oø. Tað er tí stórur spenningur millum tey trý plássini, hvat oljufeløgini fara at velja.

Okkurt kundi bent á, at feløgini koma at taka eina felags støðu til henda spurningin, nú tað hevur verið lagt upp til eitt samstarv millum feløgini bæði hvat viðvíkur logistikki og boring.