Rætleiðing til bræv frá starvsfólki á Toll- og Skattstovu Føroya

Í Dimmalætting í gjár er eitt lesarabræv frá starvsfólki á Toll- og Skattstovu Føroya, sum er dagfest Tórshavn 19.11.1998, sum skal eitast at viðgera tað, sum eg m.a. førdi fram undir fyrstu viðgerð av løgtingsmálunum nr. 39 og 40, sum eru uppskot til broytingar í ávikavíst tolllógini og meirvirðisgjaldslógini

Í Dimmalætting í gjár er eitt lesarabræv frá starvsfólki á Toll- og Skattstovu Føroya, sum er dagfest Tórshavn 19.11.1998, sum skal eitast at viðgera tað, sum eg m.a. førdi fram undir fyrstu viðgerð av løgtingsmálunum nr. 39 og 40, sum eru uppskot til broytingar í ávikavíst tolllógini og meirvirðisgjaldslógini.

M.a. er ein av broytingunum, at innkrevjingin og panting formelt skal flytast frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovuna.

Eins lítið eg av prinsipiellum grundum alment finnist at alment settum starvsfólkum, einstaklingum ella starvsbólkum, ein lítið ætli eg mær út í eitt kjak við tykkum sum starvsfólk á Toll- og Skattstovuni. Men tó nakrar rættleiðingar.

Tá tit insinuera, at eg skal hava sagt (ella latið skinið ígjøgnum), at um Toll- og Skattstovan fekk inkrevjingina, so fór alt arbeiðið at detta á gólvið, er ikki rætt. Hetta varð ongantíð sagt.

Men eg segði, at hetta í míni tíð sum landsstýrismaður var eitt »satsningsøki«, har vit við øllum góðum kreftum royndu at byggja nakað skilagott upp. Og uppgávuna fekk Gjaldstovan tá, men eg eg havi skilt, at henda er flutt til tykkara fyri einari tíð síðan, og nú skal tað formella fáast upp á pláss.

Tit kunnu neyvan kenna meg sera væl, tá tit beinleiðis siga, at eg leggi fótonglar í vegin fyri samstarvi innan almenna umsiting. Nei, tað eigi eg ikki lut í. Men eg taki mær tó rætt til sum løgtingsmaður at seta fram spurningar til broytingar, sum eg ikki beinleiðis hava fingið nakra sakliga grundgeving fyri. Og tá ið eg haraftrat havi sitið við ábyrgd fyri málsøkinum, so hevur málið mín serliga áhuga.

Eg gjørdi annars undir viðgerðini vart við, at ivaleyst funnu vit umsitingar, sum trongdu til ábøtur, so lat okkum heldur brúka orkuna til tað, heldur enn at broyta tað, sum eftir øllum at døma virkar.

Samlaðu eftirstøðurnar (incl. rentur) eru frá febr. 1996 til okt. 1998 farnar frá 505.556.630 mió. kr. til 438.036.716 mió. kr. Hetta er ein veruleiki, hóast vit vita, at nakað er upprudding.

Samlaðu veðhaldsskyldur landskassans eru eisini minkaðar ótrúliga nógv seinastu árini. Tað er nú ikki tí, at lánini eru afturgoldin, tvørturímóti.

Skuldi eisini verið óneyðugt at upplýst tykkum um, at eg ikki var samdur í teimum bygnaðarbroytingum, sum fóru fram í umsitingina. Møguliga er henda avgerð um innkrevjingina ein liður í somu broytingum. Tað hava vit ikki enn fingið svar uppá, men fíggjarnevndin hevur sagt, at hon vil kanna málið nærri.

Viðmerkingin um, at eg ikki kláraði at seta álíkningarskipanina í gildi er ósaklig, og eg ivist ikki í, at fyrrverandi stjóri tykkara, núverandi fíggjarstjóri kundi rættleitt tykkum eisini hesum viðvíkjandi. Nøkur arbeiði fevna um longri tíð enn skeiðið hjá einum landsstýrismanni, og eitt nýtt landsstýri byggir á herðarnar á tí undnafarna.

Um mínir kritisku spurningar elva til eitt stríð millum starvsbólkarnar á Toll- og Skattstovuni og Gjaldstovuni, so harmar tað meg almikið, men tað dugi eg hóast alt ikki at síggja, at eg havi lagt upp til, og hevur tað so ikki verið tilætlað.

Tit skriva í endanum í brævinum, soleiðis lesi eg tað í hvørfall, at eg eri ein av teimum, sum rópi upp um, at almenna umsitingin er so dýr og tí má rationaliserast. Men tykkum nýtist ikki at fara í andstøðuna ella eftir fyrrverandi landsstýrismonnum, um tit vilja finna hasi sjónarmiðini. Tit sita í løtuni nærri røttu viðkomandi.

Annars eru vit langt frá enn komnir á mál í øllum hesum trupulleikum. Og eg vil fegin boða frá, at vit í Javnaðarflokkinum vilja geva okkara fulla stuðul í arbeiðinum:

?at forða vøkstri í privatum og vinnuligum eftirstøðum

?at gera greiða reglur um mgl. eftirgeving av privatari og vinnuligari skuld til tað almenna

?at effektivisera innkrevjingina

?at forða fyri avlaging av kappingini millum vinnuvirkir orsakað av almennari skuld

?o.ø. neyðugum tiltøkum