Øll hava hoyrt um hann, fleiri hava smakkað hann, og summi vilja ikki hoyra meira tos um hann - ræstkjøtaburgaran. Síðan mitt í summar hevur ræstkjøtaburgarin hjá Ruben Busk fingið sera nógv uppmerksemi bæði í fjølmiðlunum, sosialu miðlunum og á mannamunni. Nú er hann aftur í fokus - hesa ferð sum ársins orð 2018.
Morgunsendingin í Kringvarpinum, Góðan Morgun Føroyar, hevur sum vant leitað eftir ársins orði, og í morgun varð ársins orð 2018 avdúkað: "Ræstkjøtaburgari".
Í dómsnevndini vóru Sólva Jónsdóttir, forkvinna í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Felagnum fyri Føroysk Miðlafólk og Sølvi Jespersen, formaður í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk.
Sólvá og Sølvi valdu ræstkjøtaburgaran, meðan Jón Brian valdi “Glasir” sum ársins orð.
Umleið 120 uppskot vórðu send inn, og av hesum 120 orðum hevði Málráðið valt 10 orð út, sum høvdu best møguleika at blíva ársins orð 2018.
Tey 10 orðini, ið dómsnevndin skuldi velja ímillum, vóru:
Bústaðarneyð
Falstíðindi
Fortnite
Gávubarn
Glasir
Innkomuvegur
Irdið
Maki 1 Maki 2
Plastik
Ræstkjøtaburgari (Ársins orð 2018)
Ársins orð í fjør varð “Fiskivinnunýskipan”, og tað varð tá einmælt samtykt av dómsnevndini, sum Góðan Morgun Føroyar hevði valt út.