Ráðstevnan um minnilutar í filmi og sjónvarpi

- Eru samkyndir íslendskir wrestlarar ólukkuliga forelskaðir? Fá svarið á ársins Nordisk Seminar, ið verður hildið í Grønlendska húsinum í Keypmannahavn um vikuskiftið

Her hittast 50 ung úr øllum norðurlondum eitt vikuskifti fyri at kjakast um evni sum minnilutar, norðurlendskar og nasjonalar identitetar og hvussu hesir verða lýstir í filmi og sjónvarpi. Ráðstevnan er fyriskipað av FNU Danmark ? Foreningen NORDENs Ungdom.

Ráðstevnan byrjar fríggjakvøld við íslendska filmserfrøðinginum Birgir Thor Møller (frá m.ø. Norðurbryggjuni), ið introduserar lýsingina av identitetum í norðurlendskum filmum og sjónvarpssendingum. Hann vísir eisini filmbrot og ein stuttfilm.

Ráðstevnan leygardag er opin fyri øll og verður hildin í Grønlendska Húsinum. Á skránni er ummælarin og rithøvundurin Bo Tao Michaëlis, ið heldur fyrilestur um norðurlendskar filmar, filmsleikstjórin Ivalo Frank, ið sýnir og greiðir frá um dokumentarfilm sín ?Tro Håb og Grønland?, og løgtinglimur og speirekari Sjúrður Skaale, ið fer at tosa um útisetar og føroyingar sum minnilutar. Og ikki minst Harald!

Umframt fyrilestrarnar verður leygardagin ein workshop, og kvøldið endar við einari veitslu við grønlendskum mati, norðurlendskum undirhaldi og finskari mini-konsert. Sunnudag endar vikuskiftið við sýning av og kjaki um satiru umframt rundvísing á Nordisk Film.