Ráðstevna um trivnað og heilsu

Seinnapartin í vikuni, hósdagin og fríggjadagin, skipar Trivnaðar- og heilsuráðið fyri almennari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum

Ráðstevna


Ráðstevna undir hetinum »Trivnaðar- og helsumál nú og í framtíðini« verður hildin í Norðurlandahúsinum hósdagin 14. og fríggjadagin 15. november. Ráðstevnan er almenn.
Trivnaðar- og heilsuráðið sigur í tíðindaskrivi, at ráðstevnan fer at snúgva seg um viðurskiftini, sum í dag eru galdandi á trivnaðar- og heilsuøkinum í Føroyum. Mett verður um støðuna í løtuni, eins og viðgjørt fer at verða, hvussu vælferðartænasturnar fara at síggja út í framtíðini.
Fyrilestrar fara at verða hildnir, eins og eisini pallborð verða sett at viðgera tey ymsu temaini, sum tikin veðra upp á ráðstevnuni. Í hesum pallborðum fara sita umboð fyri heilsu- og almannaøkið eins og brúkarar og politikarar, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivinum.
Pallborðsluttakararnir far at leggja fram síni sjónarmið, og síðan verður kajk um evnini, sum viðgjørd verða. Fundarluttakararnir fáa høvi at gera viðmerkingar og seta spurningar.
Sum vera man verður eisini hugt at líknandi skipanum, sum galdandi eru í okkara grannalondum. Eitt nú fer Doris Hansen, fyrrverandi formaður í MBF, at greiða frá royndum og fyrimyndum í øðrum Norðanlondum.
Eisini útlenskir luttakarar verða á ráðstevnuni. Stjórin fyri Statens institut for Folkesundhed i Danmark fer at halda fyrilestur. Íslendski landslæknin fer at halda ein fyrilestur, og heilsu- og sjúkrahússtjórin á Bornholm fer at siga frá viðurskiftunum á tí økinum á Bornholm.
Ráðstevnan verður sett hósmorgunin klokkan hálvgum níggju av Bill Justinussen, landsstýrismanni við heilsumálum.
Nú eru føroyingar so mikið væl fyri, at vit hava tveir landsstýrismenn á økinum, so Páll á Reynatúgvu, landsstyrismaður við almannamálum, fer at enda ráðstevnuna seinnapartin fríggjadagin.