Í døgunum 19.-22. september skipar Nordisk Ministerråd fyri ráðstevnu um samiskt mál. Stevnan verður hildin í Karasjok í Samalandi og er fyri fólk, sum hava áhuga fyri »ikki skandinavisku« málunum í Norðanlondum.
Stevnan verður nevnd »Samiskt í einum nýggjum túsundáraskeiði« og er partur av virkisskránni Nordmål.
Nordmål er virkisætlan fyri norðurlendskari málkunning, har eisini samiskt mál kemur undir.
Skráin stuðlar tiltøkum til tess at styrkja arbeiðið at skilja norðurlendsku grannamálini eins og arbeitt verður fyri at betra um kunnleikan fyri teimum sonevndu »ikki skandinavisku« málunum á Norðurkollinum.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva fólki innlit í samiskt mál umframt mentan og fyrisiting. Ráðstevnan verður skipað við fyrilestrum.
Tilmelding til ráðstevnuna skal verða Nordisk Ministerråd í København í hendi í seinasta lagi 8, august. Meira kann fáast at vita frá Ráðharraráðnum, sum hevur telefon
0045 33 96 02 00es Eidesgaard:
»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«
»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað
persónliga frælsið fer fyri bakka«
»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«
»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«
»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein
samtykt«
ENDURGEVINGAR:
Høgni Hoydal:
»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«
»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«
»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir
fíggjarlógarviðgerðini seinast«
»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«
»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«
»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av
Christiansborg«