Í samband við, at í ár eru liðin 25 ár síðani Fysioterapeutfelag Føroya blev ein sjálvstøðugur partur av Danske Fysioterapeuter, hevur felagið valt at seta fokus á eldraøkið.
Tí skipar Fysioterapeutfelag Føroya fyri eina ráðstevnu sum verður 8. apríl á Hotel Føroyum við heitinum »Sum longst við egið lív«.
Endamálið við ráðstevnuni er, at seta fokus á eldraøkið í framtíðini, at inspirera og seta ígongd samskifti millum avvarðandi myndugleikar. Soleiðis, at tilboðið til eldri verður meira fjølbroytt enn í dag, og at hugsað verður meira um fyribyrgjan og venjing, heldur enn røkt og viðgerð.
? Til hetta høvi hava vit fingið tríggjar fyrilestrahaldarar við servitan innan organisering av eldraøkinum, har tey hava broytt tilboðið hjá teimum eldri til at verða meiri fyribyrgjandi tiltøk, sigur Fysioterapeutfelag Føroya.
Fredericia Kommune hevur gørt eina verkætlan kallað »Længst muligt i eget liv«. Endamáli við verkætlanini er:
- At eldri borgarar uppliva økta lívsgóðsku
- At skjóta út aldurstreytaða viknan og soleiðis gera tað gjørligt hjá eldri borgarum, at vera verandi sum longst í egnum lívi
- Varðveita kropsligu,- kognitivu- og sosialu umsorgarnarevnini hjá teimum eldru
- Minka um nýtsluna av kompenserandi røkt og hjálp, og soleiðis fasthalda tænastustøðið
- Fyribyrgja og minka um sjúkrahúsinnleggingar hjá eldri borgarum.
Gladsaxe Kommune hevur stovna eitt tvørfakligt »visitatorlið«, har øll hava heilsufakliga útbúgving. Støðið verður tikið í tilfeinginum og menningarmøguleikum hjá tí eldri borgaranum. Metingar hjá visitatortoyminum er grundarlagið fyri tillutan av hjálp, veitingum og tiltøkum frá kommununi.
Víst verður á, at eitt virki tvørfakligt arbeiðsumhvørvi, har visitatorarnir kunnu brúka kompetansurnar hjá hvørjum øðrum, og har persónligu kvalifikatiónir eru í sentrum, er sera effektivt fyri samfelagið og tann eldri borgaran.