Seinasti gesturin, ið var á gátt hjá Hilmari Jan Hansen í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2 var fyrrverandi kringvarpsstjórin, Dia Midjord.
Dia Midjord tekur við sum stjóri á bilstøðuni Auto 1. februar. Spurdur um hann heldur um tað er tað rætta fyri hann aftaná at hava verið stjóri fyri ein stóran almennan stovn, svarar Dia, at góð leiðsla og stýring er avgerandi óannsæð hvat slag av arbeiðsplássi talan er um.
Dia Midjord greiðir frá, at aftaná 17 ár í Kringvarpinum hevði hann brúk fyri nýggjum avbjóðingum. Umframt at verða stjóri í Auto er Dia Midjord venjari hjá FTZ-liðnum hjá StÍF, og hann hevur eisini aðrar venjarauppgávur innan føroyskan hondbólt.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Dia Midjord í sendingini "Sjóðteim" á Rás2 fyrrapartin.