Undir einari húsarannsókn í býnum Sotenäs, sum er einar 90 kilometrar norðan fyri Göteborg, hevur svenska løgreglan funnið útgerð til at gera rúsevnið amfetamin við. Løgreglan hevur tikið tríggjar menn, sum eru 42, 45 og 54 ára gamlir, og teir eru skuldsettir fyri grovan rúsevnakriminalitet, skrivar svenska tíðindastovan TT.
Ein talsmaður fyri ákæruvaldið sigur, at hetta er fyrstu ferð, at hann hevur hoyrt um fólk í Svøríki, sum hava gjørt amfetamin.
Talsmaðurin vil ikki siga, hvussu nógv rúsevnið løgreglan hevur funnið í sambandi við avdúkingina. Hann sigur bara, at tað, sum er funnið, skal nú kannast gjølla.