Rúsevnisnýtsla
Samkomurnar á Skálafjørðinum hava gjørt vart við, at ny´tslan av rúsandi
evnum á Skálafjørðinum er alsamt vaksandi. Tað er ikki bert vaksin ungdómur,
ið ny´tir rúsevni, men talan er eisini um størri børn.
Talsfólkini frá teimum ymsu samkomunum vilja vera við, at tað eru
telducaféirnar, ið hýsa "pusharunum", tí tað er har børnini sita út á tann
ljósa morgun.
Av tí, at hesin trupulleikin tykist at vaksa við rúkandi ferð, hava
samkomurnar á Skálafjørðinum tikið stig til eina sokallaða
rúsevnisbønarnátt, og verður hon í kvøld.
Ætlanin er her, at náttin skal vera forbøn burturav fyri
rúsevnisviðurskiftunum, við serligum atliti til ungdómin á Skálafjørðinum.
Allar samkomurnar fáa ein tíma í part, sum tær skulu skipa fyri, men eisini
er pláss fyri einstaklingum, um so er, at onkur hevur eitthvørt uppá
hjartað. Eisini verður sangur og lovsangur.
Fyrireikararnir vóna, at fólk frá teimum ymsu samkomunum fer at taka væl
undir við tiltakinum.
Bønarnáttin verður í Róðrarneystinum ni_ri á Bakka á Glyvrum, byrjar í kvøld klokkan 23.00 og endar leygarmorgunin klokkan
6.00 við Morgundrekka.
Eru nakrir ivaspurningar, so ber til at ringja til Dagny Højgaard laærar, á telefon 449220.