Rúsevni funnin á Meginskúlan

Rúsevnir eru funnin á Meginskúlanum á Sandi, og løgreglan kannar nú málið

Heri Andreasen, leiðari á Kanningardeildini hjá løgregluni, váttar, at rúsevni eru funnin á skúlans øki, men hann fær ikki sagt stórvegis meira í løtuni.

- Eg kann vátta, at rúsevni eru funnin á skúlanum, men eg veit ikki í løtuni neyvt, hvat slag av rúsevni, ið talan er um, og hvussu stór nøgdin er, sigur Heri Andreasen.

Hann sigur, at málið verður kannað, og at leiðslan á skúlanum eisini hevur tikið stig til átøk í hesum sambandi.

Foreldur og verjar at børnum á skúlanum fingu í gjár kunningarskriv um málið frá skúlanum.