Samstundis sum brasilska løgreglan er farin undir eitt átak ímóti rúsevnaharkaliðum í stórbýnum Rio de Janeiro, hevur løgreglan kunngjørt, at hon hevur handtikið sjálvan rúsevnakongin Elizeu Felicio de Souza.
de Souza varð tikin í 2002 og dømdur fyri at hava beint fyri einum tíðindamanni, men í 2007 eydnaðist tað honum at flýggja úr fongslinum. Nú er hann aftur tikin.
Átakið hjá løgregluni í9 Rio de Janeiro hevur verið sera blóðugt. Innanríkisráðið sigur, at 46 fólk eru deyð í sambandi við átakið, sum hevur til endamáls at basa rúsevnaharkaliðunum, sum stýra fátækrabýlingunum í býnum. Síðani átakið byrjaði, hevur løgreglan lagt hald á eina rúgvu av vápnum og heili 40 tons av rúsevninum marihuana.
Rio de Janeiro er vertur fyri teimum olympisku summarleikunum í 2016, og myndugleikarnir hava sett sær fyri at beina rúsevnaharkaliðini av vegnum, áðrenn leikirnir verða.