Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, send tann 22. mai í á reina kæru inn til formansskapin í løgtinginum. Kæran var, at undir 2. viðgerð av hjúnabandlógini, skal skeinging av brennivíni verða farin fram í løgtinginum, á skrivstovuni hjá einum politiskum flokki.
Nú hevur formansskapurin í løgtinginum viðgjørt skrivið frá Jenisi av Rana. Niðurstøðan er tann, at formansskapurin hevur ikki varnast trupulleikan og er eisini av tí áskoðan, at rúsdrekka ikki er ein trupulleiki í Løgtinginum og tí verður tað ikki gjørt meira við málið í løtuni.
Niðurstøðan er soljóðandi:
Formansskapurin hevur ikki varnast hendan trupulleikan, sum tygum nevna, men harmast um hetta, um so skuldi verið. Sjálvandi skal arbeiðið í Løgtinginum ikki kunna verða ávirkað av rúsdrekka o.l.
Formansskapurin metir ikki, at rúsdrekkanýtsla er nakar trupulleiki í Løgtinginum og heldur tí ikki grundarlag vera fyri at gera nakað við hendan spurning sum er.