Rúsdrekkalógin er órímilig

Órímiligt! Við einum orði lýsir Bjarni Djurholm landsstýrismaður støðuna, nú gestirnir á fiskivinnustevnuni í Runavík ikki kunnu fáa sær eitt glas afturvið matinum. Hann er maðurin á brúnni í ferðavinnu-, vinnu- og rúsdrekkamálum. Men hann kann bara staðfesta, at politiskar forðingar vórðu lagdar í vegin fyri at skeinkja til stór tiltøk

Flaggskip ella ikki. Tað verður ikki sum hotell, at turrlagda Norrøna fer at hála sigrarnar í havn.
Í gjár fingu politikarar í Føroyum eina skortfleingju frá millum annað ferðavinnuni og bryggjaríi. Orsøkin er, at tað ikki ber til at skeinkja umborð á Norrønu, sum er hotellskip á North Atlantic Fish Fair, har 1000-tals gestir úr Føroyum og uttanlands vitja.
Bjarni Djurholm er landsstýrismaður við ferðavinnu, vinnu- og rúsdrekkamálum.
? Tað er órímiligt, at tað ikki skal bera til at skeinkja til eitt slíkt høvi umborð á Norrønu. Serliga tí, at gestirnir eitt hanagleiv haðani kunnu fara inn á eitt annað stað og keypa sær tað, teimum lystir. Tað er ikki serliga góð reklama fyri Norrønu. Men eg má bara staðfesta, at tað politiskt ikki bar til at fáa heimildina til at skeinkja til ávís tiltøk ígjøgnum, sigur Bjarni Djurholm.

Politiskt hykl
Ein av stjórunum í Restorff?s bryggjarí legði ikki fingrarnar ímillum í Sosialinum í gjár. Hann kallaði politikarar fyri hyklarar. Teir hugsa meira um sínar egnu atkvøður enn at geva vinnuni rímilig kor, segði Johan »Hot« Mortensen.
Tá tað kom til skarpskeringar var tað ein spurningur um at varðveita lívið í samgonguni, viðgongur Bjarni Djurholm landsstýrismaður. Í tveimum førum hevur hann roynt at broytt rúsdrekkalógina. Tað skuldi gerast soleiðis, at verandi loyvishavarar av skeinkiloyvum skuldu kunna skeinkja til ávís tiltøk undir skipaðum viðurskiftum.
Í fyrru atløgu fall uppskotið burtur í tinginum, tí tað varð súltað í eini nevnd. Tá Bjarni Djurholm royndi aftur, noyddist hann at steðga uppskotinum í landsstýrinum, tí Miðflokkurin og ein tingmaður úr Tjóðveldisflokkinum settu seg ímóti uppskotinum og lovaðu bál og brand, um tað varð lagt fyri tingið.
? Eg mátti bara staðfesta, at uppskotið ikki vann frama í samgonguni. Løgmaður segði mær, at tað kundi fáa fylgjur fyri framtíðina hjá samgonguni, um eg legði tað fram. Mín uppgáva er ikki at skapa samgonguórógv, og tí tók eg handan partin burturúr dagføringini av rúsdrekkalógini, sigur Bjarni Djurholm.

Onki meira drukkið
Sjálvur er hann sannførdur um, at broytingin ikki hevði gjørt, at meira varð drukkið í Føroyum.
? Felagsskapirnir, ið hava fyribyrging í sínum skjøldri, tóku undir við uppskotinum, og tað hevði givið meiri skipað viðurskifti, meiri gjøgnumskygni og betri tamarhald á almennum tiltøkum, har skonkt verður. Men so skuldi ikki vera, sigur Bjarni Djurholm.