Føroya rættur feldi mánadagin dóm í einum heldur óvanligum máli um rusdrekkakoyring.
Maðurin sat við síðuna av bilførarnum í einum bili sum mánanáttina 17. mai í ár fór út Havn og skuldi í Vágar.
Maðurin var nógv ávirkaður, og fleiri ferðir á túrinum tók hann í róðrið og í girstongina á bilinum. Blóðroyndin, sum seinni um náttina varð tikin av honum, vísti 1,78 promillu.
Tá ið teir vóru komnir niðan í Kollafjarðardal, hevði uppíblandið hjá manninum við sær, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum. Bilurin fór útav, og har var bæði persónskaði og bilskaði.
Tann ákærdi noktaði seg sekan.
Rætturin kom til ta niðurstøðu, at maðurin við sínum gerðum, hevði lagt seg út í koyringina og roynt at koyra bilin sjálvur.
Tí varð hann dømdur fyri rúsdrekkakoyring.
Maðurin varð dømdur at missa koyrikortið í trý ár og at gjalda 12.000 krónur í bót.
Haraftrat skal hann gjalda sakarmálsútreiðslurnar.