Á NTR ársfundinum við í Älvsby í Svøríki 15.- 18. september 2005 varð henda yvirlýsingin samtykt:
Norðurlond mugu leggja doyðin á arbeiðið á móti vaksandi rúsdrekkakoyring. Í tráð við hetta stuðlar Norðurlendska Ferðslutrygdaráðið Svøríki í ynskinum at gerast royndarland í EU. Eftir verkætlanini skal alkolás verða lógarkravt í øllum bilum. Harumframt skal virkast fyri, at royndarøkið verður víðkað til øll norðurlond frá árinum 2012. Higartil hevur tálmandi alkoholpolitikkurin í flestu Norðurlondum hildið rúsdrekkanýtsluni á einum lutfalsliga lágum støði. Men henda siðvenja stendur nú fyri stórum broytingum, við tað at prísirnir lækka og rúsdrekka gerst lættari at fáa hendur á.
NTR leggur seg ikki út í alkoholpolitikkin, men staðfestur at tað er skilligt samband millum økta alkoholnýtslu og økta rúsdrekkakoyring.
Tískil er rúsdrekkakoyringin ein samfelagssosialur trupulleiki í sera breiðari merking. Tað krevur í fyrsta umfari, at allir partar, ið hugsast kunnu, fara undir serlig átøk í móti hesum.
Í framtíðini fer at bera til at loysa trupulleikin við rúsdrekkakoyring við hjálp av tøkni. Alkolásini, sum eru til taks í dag eru dýr og eru tøkniliga krevjandi. Men tøkniliga menningin gongur skjótt framá, og komandi árini kunnu vit vænta okkum eina røð av nýggjum tøkniligum skipanum. Við tíðini verða lásini bíligari og meiri nýtsluvinarlig, og tað fer at økja um eftirspurningin.
Norðurlendska Ferðslutrygdar Ráðið metir, at munadygg hugburðstilbúgving eigur at stuðla bilídnaðurin í at koma við nøktandi tekniskum standardloysnum í bilum til norðurlendska marknaðinum, í seinasta lagi 2012.
Norðurlendska Ferðslutrygdarráðið, Nordisk Trafiksikkerheds Råd, stytt NTR, er ein norðurlendskur regnsskjólsfelagsskapur fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd í Føroyum, Umferðarstofuna í Íslandi, Nationalföreningen för Trafiksäkerhetens Främjande í Svøríki, Liikenneturva í Finnlandi, Rådet for Större Færdselssikkerhed í Danmark og Trygg Trafikk í Noregi.










