##med2##
20. august skal B36 spæla á útivølli í Europa League undankappingini.
B36 hevur góð minnir tá tað kemur til Europa League dystir móti St. Joseph úr GIbraltar, ið B36 skal spæla ímóti aftur nú.
Fyrri dysturin 28. juni í 2018, ið var leiktur á ovara vølli í Gundadali endaði við javnleiki 1-1.
Seinni dysturin endaði eisini við javnleiki 1-1, og so mátti longd leiktíð og brotssparkskapping til.
Saint Joseph-B36 3-5 (1-1 - 0-1) Fyrri dysturin endaði 1-1.
0-1 Lukasz Cieslewicz, brotsspark (14.)
1-1 Otero (88.)
Brotssparkskappingin:
1-0: Duarte
1-1: Magnus Holm Jacobsen
2-1: Munoz
2-2: Alex Mellemgaard
2-2: Martinez sendir bóltin við síðuna av málinum
2-3: Meinhard E. Olsen
2-3: Fernandez sendir bóltin omanfyri tvørtræið
2-4: Odmar Færø
B36 vann eftir hetta ein minniligan samanlagdan 2-1 sigur á OFK Titograd úr Montenegro við 0-0 javnleiki í Gundadali og einum 2-1 sigri á útivølli. Eftir hetta bleiv talan um tvær stórar upplivingar móti Besiktas, ið vann 2-0 í Gundadali og 6-0 í Istanbul, men summarið stendur sum eitt framúr gott minnið í søguni hjá B36.
Endurhoyr frá FM1 frá 2018: Gunnar Sørensen, heimildarmaður hjá FM1 sigur frá tveimum teimum seinastu brotsspørkunum hjá Saint Josephs og B36 á Victoria leikvøllinum í Gibraltar, tá B36 vann brotssparkskappingina 4-2. Hoyr samrøðu við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36, og samrøðu við Odmar Færø, táverandi liðskipara og sigursmálskjútta í brotssparkskappingini.