Rúsdrekkasøla Landsins fekk herfyri loyvi frá landsstýrismanninum Johan Dahl at hava opið leygardagar eisini. Hetta verður nú gjørt, og fyrstu ferð verður leygardagin 8. mai. Tað boðar Rúsdrekkasøla Landsins frá í tíðindaskrivi júst nú.
Upp- og afturlatingartíðirnar leygardag verða soleiðis, at opið er í Havn frá klokkan 10 til 14, og á hinum deildunum er opið frá klokkan 10 til 13.
Samstundis verða upplatingartíðirnar vanligar dagar eisini broyttar.
Framyvir verður opið allar dagar inntil klokkan 17.30, eisini hósdag og fríggjadag, har tað annars hevur verið opið til klokkan 18.
Fyrsti dagur, at gjørligt verður at keypa rúsdrekka leygardag, verður sostatt leygardagin 8. mai.