Rúsan flutt í goymsluhøli á Hjalla

- Vit hava flutt ein part av virkseminum til goymslubygning okkara á Hjalla. Vinnan – tað eru skeinkistøðini – koma sostatt ikki at merkja hesa støðuna, sigur Elsa Maria Holm Olsen, stjóri á Rúsdrekkasløuni.

VINNA: Útsølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins við Hoyvíksvegin á Hálsi í Havn letur hon ikki upp aftur í somu hølum.

Orsøkin er, at bygningurin er so fongdur við soppavøkstri, at Arbeiðseftirlitið týsdagin gav Rúsdrekkasøluni boð um at gevast við øllum virksemi í bygninginum.

Leiðslan á Rúsdrekkasøluni hevur í eina tíð havt illgruna um sopp í hølunum á Hálsi, sum Rúsdrekkasølan leigar frá Vinnuframagrunninum, ið eisini hevur sína skrivstovu í bygninginum.

Í samband við ein leka fyrr í summar varð staðfest av HMP Consult í samstarvi við Dansk Bygnings Analyse, at soppavøkstur var til staðar í bygninginum. Síðan hevur Dansk Bygningsanalyse, eftir áheitan frá leiðsluni í Rúsdrekkasøluni, gjørt tvær nýggjar kanningar. Tann fyrra staðfesti, at talan var um víðfevndan soppavøkstur, og í seinastu kanningini, ið varð latin síðst í farnu viku var staðfest, at bygningurin ikki var egnaður sum arbeiðspláss í verandi líki. Føroyska Arbeiðseftirlitið hevur alla tíðina verið kunnað um úrslitið av kanningunum, og í seinastu kanningarniðurstøðuni heitti Dansk Bygningsnalyse á Arbeiðseftirlitið um at støðga virkseminum í bygninginum til viðurskiftini eru nærri kannað.

Á fundi við leiðslu og ráðgevarar hjá Rúsdrekkasøluni týsmorgunin staðfesti Arbeiðseftirlitið, at bygningurin skal steingjast beinanvegin.

Í løtuni er óvist hvussu verður við útsøluvirkseminum hjá Rúsdrekkasøluni, men greiða er væntandi fingin á hesum í seinasta lagi í morgin, mikudagin.

- Vit hava longu flutt ein part av virkseminum til goymslubygning okkara á Hjalla. Vinnan – t.v.s. útskeinkingarstøðini – koma sostatt ikki at merkja hesa íkomnu støðuna, sigur Elsa Maria Holm Olsen, stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins.

- Vit arbeiða í løtuni við at finna eina loysn viðvíkjandi útsøluni. Vit hava leitað eftir egnaðum hølum, og rokna við at kunna lata upp aftur hósdagin í øðrum hølum í býnum. Fløskumóttøkan verður ikki virkin komandi tíðina, og heitt verður tí á viðskiftafólk okkara um at nýta fløskumóttøkur á hinum deildunum hjá Rúsdrekkasøluni. Helst verður talan um eina avmarkaða tænastu í fyrstani í mun til ta tænastu, vit hava kunnað givið, sigur Elsa Maria Holm Olsen.

20 fólk starvast hjá Rúsdrekkasølu Landsins við Hoyvíksvegin. 10 í handlinum, 7 í umsitingini og 3 í goymsluni og fløskumóttøkuni.