Rása Samuelsen, landsstýriskvinna skal ikki vænta sær stuðul frá Hans Paula Strøm, eftir at hon hevur givið boð um sparingar á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri.
Tá ið fyrstu boðini komu frá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu um sparingar á eldraøkinum við at niðurleggja røktarheimspláss, regnaðu mótmælini frá samgongulimum niður yvir hana. Úrslitið var, at Rósa Samuelsen tók uppskotið aftur 5. august. Men nú er aftur galið.
- Vit samgongulimir í trivnaðarnevndini og Rósa Samuelsen høvdu eina púra greiða avtalu um, at sparingar skuldu ikki gerast á eitt nú sambýlum og Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi á Tvøroyri. Vit vóru samd um at arbeiða víðari við øðrum uppskotum, sigur Hans Pauli Strøm við Sosialin.
Tí gjørdist hann ikki sørt skakkur, tá ið hann í hesi vikuni sá eitt bræv frá Rósu Samuelsen til stjóran á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi um sparingar á tí heiminum.
- Rósa Samuelsen veit væl, at hon hevur ikki undirtøku fyri hesum. Hon beinleiðis mótarbeiðir samgonguni, sigur Hans Pauli Strøm.
Hans Pauli Strøm sigur við Sosialin, at hann krevur, at Rósa Samuelsen tekur skrivið til røktarheimið aftur, og ger hon ikki tað, skal hon ikki vænta sær stuðul til nakað annað frá samgonguni. Hans Pauli Strøm veit væl, at Rósa Samuelsen hevur heimild til at fremja sparingar, men stendur hon við hesa spariætlanina, skal hon ikki vænta sær stuðul frá Hans Paula Strøm til nakað annað tiltak.
Boðini frá landsstýriskvinnuni eru, at tað ikki longur skal búgva meira enn eitt fólk á hvørjum kamari. Tað er bara ein fjald sparing, heldur Hans Pauli Strøm.
Hann hevur annars tað hugskot, at skal tann broytingin gerast, kundi landið keypt eldrasambýlið frá Vágs kommunu og skipað tað sum deild undir ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri. Har er rúm fyri átta fólkum.
Hetta hevði havt við sær eina millumrokningar við Vágs kommunu, sum hevur sett seg í stóra skuld til nýggja røktarheimið.
- Men eg krevji, at Rósa Samuelsen tekur hasi boðini aftur, sigur Hans Pauli Strøm við Sosialin.
Rósa Samuelsen sigur í viðmerking til Hans Paula Strøm, at hon tímir ikki at gera nakrar viðmerkingar til eina slíka hóttan. Hon sigur, at hon saman við Nærverkinum arbriðir við ymsum uppskotum, sum skulu leggjast fyri trivnaðarnevndina.