Rósa Samuelsen: Eg fái ikki gjørt tað øðrvísi

- Broytingarnar í kunngerðini mugu standa við, tí alternativið er, at eg antin sigir starvsfólk í heimahjálpini upp ella lati okkurt sambýli aftur, og tað kann eg ikki liva við, sigur Rósa Samuelsen


Landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, stendur við sína avgerð um at broyta egingjaldið fyri heimarøktina.


- Eg ætli mær einki at gera við hasar kunngerðirnar. Um eina løtu, so fari eg í tingið, og so mugu vit bara síggja, hvat fer at henda. Tað staðfestir Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.


Hon sigur, at hetta er tað, hon hevur fingið undirtøku fyri í landsstýrinum, og at hon sær ongan annan møguleika enn at lata standa til, sum støðan er júst nú.


- Um eg taki kunngerðirnar aftur, so mangli eg 4,8 millióir krónur á almannaøkinum. So verði eg antin noydd at siga starvsfólki í heimahjálpini upp, og so fáa tey, sum kanska fáa lítla hjálp nú, als onga hjálp. Eg kann eisini lata eitt sambýli aftur, ella lata vera við at játta pengar til tað. Men hetta eru ikki ting, sum eg kann liva við, greiðir Rósa Samuelsen frá.


Alternativið er verri

Rósa Samuelsen sigur eisini, at antin má tað koyra sum nú, ella má hon fáa eina eykajáttan.


- Hetta er eitt verri alternativ, og eg rokni heldur ikki við, at nakar flokkur á tingi fer at taka undir við, at siga so nógvum fólki upp ella lata sambýli aftur, sigur Rósa Samuelsen.

Seinnapartin klokkan 13.30 fer Miðflokkurin at reisa misálit móti Rósu Samuelsen, og sigur landsstýriskvinann, at hon fer í tingið tá, og so má tíðin bara vísa, hvussu leikur fer.