Rósa og trøllini

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, metir meg møsna og síggja íspunnin trøll á alljósum degi, tí eg óttist, at tað, sum hendi í Vági, ikki eisini hendir í Havn í sambandi við røktarheimsbyggingarnar.

Hon sigur, at landið fer ikki at lata Boðanesheimið standa tómt, tá landið hevur latið so nógvar pengar til tað, og tí fer landið sjálvandi sum lovað eisini at bera raksturin av nýggja røktarheiminum.?Takk fyri tað, Rósa, tað gleðir ongan meira enn meg!
Men sissaður eri eg ikki, og eg rópi enn líka hart varskó sum áðrenn.
Tí Boðanesheimið er bert eitt av røktarheimstilboðunum í kommununi. Hvørja trygd kann landsstýriskvinnan veita, at hini bútilboðini í kommununi ikki verða spard burtur?
Við støðuni í Vági sum dømi, so er væl onki løgið í, at vit framvegis óttast, at landsstýrið eisini í Havn fer at spara burtur verandi búpláss og fremja hópin av uppsagnum millum røktarstarvsfólk.
Landsstýrið hevur jú eisini longu boðað frá, at landskassin skal spara munandi komandi árini. Nógv er longu spart á eldrarøktarøkinum, og veruleikin er, at hvørt nýtt búpláss á røktarheimi kostar landskassanum umleið hálva millión í rakstri aftrat.
Nei, ikki hevur tú mana trøllini burtur, Rósa.