Rósa Óla Johannesen til skýggja

Fótbóltur: Óli Johannesen er sera væl móttikin í Århus, her hann spælir á nesta liðnum hjá AGF. Pressan, felagsleiðslan og serliga venjarin rósa honum óført

Óli Johannesen tykist upp á mettíð at hava sett seg fastan á sessin í

miðverjuni á besta fótbóltsliðnum hjá AGF í Århus.

Eftir bara tíggju minuttir í fyrsta dystinum, hann spældi við nýggja felagnum, hevði hann sannført venjaran, Peder Rudbæk um, at hann eigur at vera fastur maður á liðnum.

Og tað er ikki bara venjarin, sum heldur, at AGF hevur gjørt eitt gott keyp, nú felagið hevur tryggjað sær Óla. Eisini í lokalu pressuni hevur hann fingið sera góð skoðsmál. Umframt at landsdekkandi bløðini eisini hava róst honum eftir onkran dyst, hann hevur spælt.

Tó skal í sannleikans ørindum sigast, at dysturin móti OB á Århus Stadion sunnudagin var helst ikki tann besti, Óli hevur leikt.

Hann kann ikki siga seg ósekan í øðrum málinum, OB fekk í dystinum, sum endaði javnur 3-3.

Hinvegin skal sigast, at kanska var Óli nakað tamur, tí hann, longu tá eitt korter var farið av dystinum, fekk eitt gult kort fyri at hagreiða ein OB leikara í so kontant. Og umleið helvtina av seinna hálvleiki spældi AGF við bara tíggu monnum, tí ein leikari varð útvístur fyri eina ov seina tackling.

Men í Århus vita fólk longu, hvør Óli Johannesen er. Tað gingu bara nakrir dagar, til tey fóru at nevna hann »Muren«, tí hann stóð so væl í verjuni hjá AGF.

Og sunnudagin hevði Århus Stiftstidende grein um Óla undir yvirskriftini »Færing står fast i stormen«.

Har verður millum annað sagt, at tað skal bæði ódn og stormur til at taka hann av fótum. Sagt verður, at hann er sterkur í luftini, kropsliga sterkur og spælir bólt við skili.

Peter Rudbæk, venjari hjá AGF, sigur við Århus Stiftstidende sunnudagin, at hann er sera bilsin av, hvussu skjótt Óli Johannesen hevur spælt seg inn á liðið. Tað hevur gingið nógv skjótari, enn nakar roknaði við, sigur Peter Rudbæk.

Óli er kropsliga sterkur og dugir samstundis at spæla sær við einum bólti. Men tað ger hann tíbetur ikki í verjuni hjá okkum, sigur Peter Rudbæk. Tí hava vit ikki brúk fyri.

Eisini Óli sjálvur heldur, at tað hevur gingið skjótari enn væntað at sleppa á besti liðið. Sjálvur hevði hann roknað við at sitið nógv meira á bonkinum, sigur hann við Århus Stiftstidende.

Eisini í leikskránni til heimadystin móti OB sunnudagin verður Óli umrøddur í rósandi vendingum. »....Specielt har Óli Johannesen vist stor autoritet i det defensive spil. Så stor, at flere tilskuere efter kampen mod F.C.København sammenlignede ham med legendariske Hans Chr. Nielsen. At få et sådant prædikat hængt på ryggen, er ikke sket i mange år for en nyankommen spiller. Det kan Óli Johannesen være stolt af....«

Og so fegnast oddagreinskrivarin í leikskránni um, at Óli nú fer at flyta »rættiliga« til Århus. 1. oktober flyta hann og genta hansara, Randi, nevniliga í íbúð í miðbýnum í Århus. Higartil hevur Óli búð á hotelli, meðan hann hevur leitað eftir bústaði.

Og tað plagar ikki at gera støðuna verri, at hava okkurt at búgva í.