Rósa kann liva við umskipanini

Kári P. Højgaard hevur spurt Rósu Samuelsen, um hon ikki brýtur avtalu við kommunurnar við ætlaðu broytingunum viðvíkjandi Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.

Men tað metir hon ikki, at hon ger. Kári P. Højgaard spurdi, um tað ikki er brot á avtalu við kommunurnar, tá hon ikki heldur rakstarjáttanina til røktarplássini, men hegnisliga við umleggingum til sambýlispláss leggur tyngjandi rakstur til kommunurnar, sum hava goldið sín stóra part av íløgunum.

Til hetta sigur Rósa Samuelsen, at umskipanin merkir, at Eysturoyar Røktar- og Ellisheim ikki longur skal leiga kjallaran í Gøtubrá frá Eysturkommunu og sparir harvið leiguútreiðslur.

- Kommunan fær ístaðin leiguinntøkur frá búfólkunum. Haraftrat skal ellisheimið ikki longur gjalda fyri náttarvakt í Gøtubrá, men Eysturkommuna fær ikki eyka útreiðslur til náttarvakt, tí ein náttarvakt er longu á sambýlinum í ovaru hædd. Samanumtikið er meirkostnaðurin fyri kommununa sostatt avmarkaður, og fyri borgaran merkir tað ikki verri tænastu. Sæð í ljósinum av, at játtanin er skerd nógv, so er hetta ein umskipan, ið eg kann liva við, og eg meti ikki, at talan er um brot á avtalur við kommununa, sigur Rósa Samuelsen.