Rás2 útvarpar í kvøld U21-landsdystin millum Føroyar og Makedonia, og í næstum verður 3. hálvleikur eisini á skránni aftur.
Rás2 verður nú við aftur í føroyskum fótbólti, og í kvøld verður lagt fyri við beinleiðis frásøgn frá U21-landsdystinum millum Føroyar og Makedonia. Dysturin, sum verður spældur í Havn, byrjar klokkan 19. ??
Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, sigur, at tað verður Tróndur Arge, sum júst er komin heim úr Liverpool, ið fer at útvarpa dystin í kvøld. Rás2 útvarpar eisini U21-landsdystin millum Føroyar og Serbia týskvøldið.
Rás2 fer eisini undir at senda 3. hálvleik aftur, og fyrsta sendingin verður á skránni næsta sunnudag.
??- Seinastu tíðina hava vit upplivað alt ov nógvar vánaligar fótbóltsfrásagnir, og tað er bæði synd og skomm - synd fyri lurtaran og skomm fyri Kringvarpið. Tí velja vit at spíla okkum út aftur við onkrum frásagnum.
Tað sigur Jonhard Hammer og leggur aftrat, at Rás2 byrjar við U21-landsdystum, og í næstu viku verður gjørt av, hvussu gjørt verður komandi tíðina.










