Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti er á veg til lítla fjallalandið, Liktinstein at kappast í einari EM-kapping fyri smátjóðir. Mótstøðuliðini eru Liktinstein, Luksemborg, Skotland og Wales.
Sunnudagin klokkan 12 spæla Føroyar ímóti Skotlandi, og mánadagin klokkan 15 spæla Føroyar ímóti Luksemborg. Týsdagin spæla Føroyar tveir dystir. Tann fyrri byrjar klokkan 9 týsmorgun og verður ímóti Liktinstein. Klokkan 15 týsdagin spæla Føroyar seinasta dystin ímóti Wales.
Óli G. Samuelsen, frásøgumaður hjá Rás2 er við á ferðini, og hann fer at siga beinleiðis frá øllum fýra U19 EM-dystunum, ið føroyska U19 kvinnulandsliðið spælir niðri í Liktinstein.
Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnunum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður við venjarar og spælarar koma út á in.fo aftaná dystarlok.










