Í dag verður aftur ein stórur fótbóltsdagur á Rás2.
Klokkan 17.30 sigur Hilmar Jan Hansen frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Georgia, sum verður spældur á Tórsvølli á Rás2. Byrjað verður við upptakt klokkan 16.05.
Klokkan 19.45 sigur Tróndur Arge frá HM-undankappingardystinum millum Ungarn og Føroyar, sum verður spældur í Budapest á Rás2. Sett verður niður til Budapest tá U21 dysturin er liðugur. Tá dysturin er liðugur verður sendingin "Triði Hálvleikur" á skránni.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá báðum dystunum føroysku landsliðini spæla í dag.










