Rás2 sigur frá Neistin-StÍF (FTZ) í kvøld

Neistin kann taka eitt stórt stig ímóti FM-finalunum í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 20

Í kvøld klokkan 20 spæla FTZ-liðini hjá Neistanum og StÍF í stórhøllini á Hálsi.

 

Vinnur Neistin á StÍF í kvøld verða neistamenn javnir við H71 á 29 stigum, og tá verða níggju stig niður til Kyndil, sum hevur 20 stig, so neistamenn kunnu taka eitt stórt stig ímóti FM-finalunum í kvøld.

 

Tróndur Arge fer at siga beinleiðis frá dystinum á Rás2.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður við umboð fyri Neistan og StÍF koma út á in.fo aftaná dystin.