Í morgin er tann stóri steypahálvfinaludagurin í flogbólti í KÍ-høllini.
Frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen verður staddur í KÍ-høllini, og hann fer at siga frá øllum fýra hálvfinalunum.
Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 12.30. Fyrst í sendingini verður prátað við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður við umboð fyri hálvfinaluliðini koma út á in.fo seinni í dag.
Dystirnir í KÍ-høllini eru hesir:
13.00 Fleyr - TB (kvinnur)
15.00 Dráttur - Mjølnir (kvinnur)
17.00 ÍF - Mjølnir (menn)
19.00 SÍ b - SÍ a (menn)