Lagt er upp til ein javnan og spennandi dyst í hvonndeildini millum Kyndil og VB í høllini á Hálsi í Havn.
Dysturin byrjar klokkan 14.30, har liðini hvør í sínum lagi fara at stríðast fyri sigrinum fyri at kunna leggja seg á annað FM-finaluplássið. Triðja liðið í stríðnum er oddaliðið VÍF, sum spælir ímóti H71 í Hoyvíkshøllini klokkan 16.30 í dag.
Tróndur Arge sigur frá dystinum millum Kyndil og VB á Rás2.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.
Ljóðsamrøður koma út á in.fo aftaná dystin.