Rás2 sigur frá kvinnusteypafinaluni

Finalan millum HB og EB/Streymur/Skála byrjar klokkan 17.30. Rás2 byrjar at senda klokkan 16

Klokkan 17.30 verður steypafinalan hjá kvinnum á Tórsvølli, har HB og EB/Streymur/Skála fara at dystast.

 

Jóna Nicolajsen sigur frá dystinum á Rás2. Poul Helgi Jacobsen verður viðmerkjari til dystin. Sendingin byrjar klokkan 16, tá upptaktssendingin til steypafinaluna frá fríggjamorgni verður endursend.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.